hátíð Hátíð er vikuhátíð og mánaðarhátíð, eisini hátíðir ávísa árstíð, sí tíðarrokning. Hátíðir kundu hava uppruna sín í t.d. bygdasamfeløgum, men nakrar gjørdust, sum frá leið, tempulhátíðir í Jerúsalem, har nógv fólk kom saman. Tempulhátíðin broyttist, og mangt varð lagt út øðrvísi.
aldinhátíð sama sum leyvskálahátíð, aldinhátíð, sum varð hildin um ársskiftið, (sí tíðarrokning), 2 Mós 23,16. Hvørt húski helt hesar hátíðir saman við ætt og vinum.
hátíð hinna ósúrgaðu breyða varð hildin 7 dagar frá 15. degi í 1. mánaði, (sí tíðarrokning), 3 Mós 23,6. Tá skuldu øll eta ósúrgað breyð til minnis um burturferðina úr Egyptalandi, sí 2 Mós 12, 15- 20. 33-34. Av fyrstantíð varð hon hildin, tá ið teir høvdu skorið korn (bygg). Seinni, tá ið páskahátíðin endaði, gjørdist hon pílagrímshátíð í templinum í Jerúsalem.
hveitiskurðarhátíð er bara í 2 Mós 23,16, sama sum vikuhátíð.
hvítusunna "pinsa" av grikska orðinum pentekoste = "50. (dagurin)" eftir páskir, sí 5 Mós 16,9-10. Í Nýggja Testamenti dagurin, tá ið heilagi andin kemur yvir ápostlarnar, sí Áps 2. Sí eisini vikuhátíð.
leyvskálahátíð varð hildin sjey dagar frá 15. degi í 7. mánaði (sí tíðarrokning), 3 Mós 23,39-43, eftir heystskurð (tá ið vínberini og oljuberini vórðu heystað), sí heystskurðarhátíð). Navnið kemur av tí, at meðan tey heystaðu, búðu tey í leyvsmáttum. Seinni gjørdist henda hátíð tempulhátíð, tá gjørdi fólkið pílagrímsferð til Jerúsalem, 5 Mós16,16 (sí pílagrímshátíð), og leyvskálarnir eru sum minni um ferðina í oyðimørkini, 3 Mós 23,43.
mánaðarbyrjan ella sólkomudagur ofta nevnd saman við sabbatsdegi, t.d. 2 Kong 4,23. Fólk hildu sólkomudagin heima hjá sær sjálvum við góðari máltíð, 1 Sám 20,27; men eisini fóru tey niðan í halgidómin at ofra sólkomudagin (sí mánaðarbrennioffur undir offur) og at blása í lúður, 4 Mós 10,10.
páskir av hebráiska orðinum pesach , ivaleyst = "fara um", sí 2 Mós 12,13, vórðu hildnar 14. dagin í 1. mánaði (sí tíðarrokning). Upprunaliga helt hvørt húski sær páskir, sí 2 Mós 12,3-4, sum heysthátíðirnar; men seinni gjørdust páskirnar tempulhátíð, tá fóru tey pílagrímsferð til Jerúsalem, 5 Mós 16,16 (sí pílagrímshátíð). Páskir vórðu hildnar til minnis um burturferðina úr Egyptalandi, 2 Mós 12, 14 og 5 Mós 16,1. Jesus var krossfestur og reis upp á páskum.
pílagrímshátíð ikki serskild hátíð, men felagsheiti fyri páskir, vikuhátíð og leyvskálahátíð, tá fóru tey pílagrímsferð til Jerúsalem, sí Sl 42,5 og "pílagrímsferðarsangirnar" Sl 120-134.
purim av persiska orðinum pur = "lutakast", varð hildin 14.-15. ádar (sí tíðarrokning) til minnis um, at Jødarnir í Persia vórðu bjargaðir undan at verða týndir, Est 9,26.
sabbatur av hebráiska orðinum shabat = "hvíld", t.d. 2 Mós 20,11. Upprunaliga er sabbatsdagurin óivað dagurin, tá ið fullmáni er, smbr. at í Gamla Testamenti er hvíludagurin ofta nevndur saman við sólkomudegi, t.d. 2 Kong 4,23. Seinni gjørdist hann seinasti dagur í viku (sí tíðarrokning), og hvíludagur burturav, sí t.d. Neh 13,15-23. Sum frá leið, fóru tey kristnu at halda sunnudagin, dagin, tá ið Jesus reis upp, "Harrans dag", sum hvíludag, Opb 1,10, fyrsta dag í viku. Áps 20,7; 1, Kor 16,2.
sáttmáladagurin varð hildin 10. dagin í 7. mánaði, sí tíðarrokning, 3 Mós 23,27-31, tá komu fólk saman, hildu hátíð og føstu. Hesir halgisiðir eru nágreiniliga lýstir í 3 Mós 16; henda dagin skuldi fólkið fáa fyrigeving fyri syndir sínar, Sí eisini Ázazel.
tempulvígsluhátíð varð hildin til minnis um, at gudsdýrkanin í templinum í Jerúsalem varð tikin upp aftur í árinum 165 f. Kr. Tempulvígsluhátíðin verður ikki nevnd í Gamla Testamenti, ikki fyrr enn í Nýggja Testamenti, Jóh 10,22. Sí hvíludagur.
várfjall t.d. 1 Sám 25,4; er tað sama sum heysthátíðirnar; men varð ongantíð hildin sum tempulhátíð.
vikuhátíð varð hildin 7 vikur eftir páskir, 5 Mós 16,9-10, fyri hveitiskurðin, sí hveitiskurðarhátíð. Av fyrstantíð varð hon hildin staðbundin víða um í landinum. Seinni gjørdist hon tempulhátíð, tá fór fólkið pílagrímsferð til Jerúsalem, 5 Mós 16,16 (sí pílagrímsferð). Sí eisini hvítusunna.