helheimur á hebráiskum sheol, á grikskum Hades; í helheimi savnaðust tey deyðu undir jørðini, soleiðis var ísraelsk og griksk mannahugsan. Helheimur varð lýstur sum myrkursins og gloymskunnar staður, og har livdu tey deyðu eitt skuggalív; men Guð hevur eisini valdið í deyðsríkinum og kann bjarga menniskjunum úr tí. Trúgvin á uppreisn frá deyðum er lýst í Jes 26,19 og í Dán 12,2, hjá Farisearunum og í Nýggja Testamenti. Sí eisini helviti.