altar staður, har ofrað varð til gudin. Á hebráiskum merkir altar "sláturstaður", sí 3 Mós 1,11, tí vanliga vóru ofrini sláturoffur, sí sláturoffur undir offur. Upprunaliga bar til at gera altar av gróti og flagi, har ið fólk høvdu hug at bera fram offur, sí t.d. 1 Mós 8, 20. Í býunum vóru ávís altar, ofta í sambandi við halgidóm. Í templinum í Jerúsalem vóru tvey altar: brennioffuraltarið, 1 Krýn 22,1 og roykilsisaltarið, 2 Krýn 26,16. Altarið kundi vera prýtt við hornum. Í Gamla Testamenti verða altar ofta umrødd at vera fyri heidnum gudum, t.d. Báali, Dóm 6,25.