húsgudur gudamynd hjá húskjum. Upprunaliga í kánaneiska átrúnanum; men sníkti seg líðandi upp í gudsdýrkan Ísraelsmanna. Húsgudar vórðu bannaðir og skýrdir sum avgudadýrkan, 2 Kong 23,24. Húsgudurin var sum oftast lítil standmynd, sí 1 Mós 31,34. Onkur var tó fulla manshædd, sí 1 Sám 19,13.