Framhald av fyrsta savni

v1  Svikavág er Harranum ein andstygd, men fulla vág væl honum líkar. v2  Kemur hugmóð, kemur skomm, men hjá lítillátum er vísdómur. v3  Rættvís verða leidd av sakloysi sínum, men trúleys verða týnd av falsi sínum. v4  Ríkidømi hjálpir ikki á vreiðinnar degi, men rættvísi bjargar frá deyða. v5  Rættlæti hins sakleysa slættar honum vegin, men gudleysur fellur um gudloysi sítt. v6  Rættvís verða bjargað av rættvísi síni, men trúleys verða fangað í egnari girnd. v7  Tá ið gudleysur maður doyr, er vónin farin, og illskapar væntan er vorðin til einkis. v8  Rættvísur verður bjargaður úr neyð, men gudleysur kemur aftur í hans stað. v9  Við munninum eitt illmenni granna sín spillir, men rættvís verða av kunnugleika bjargað. v10  Tá ið væl gongst rættvísum, fegnast bygdin, tá ið gudleysir farast, er gleðisongur. v11  Við signing av sakleysum kemur bygdin upp, men við munni á gudleysum verður hon niðurbrotin. v12  Óvitigur maður vanvirðir granna sín, men vitigur maður tegir. v13  Sleyivætti ber loyndarmál út, men trúlyntur sakina loynir. v14  Har sum einki er stýri, má fólkið falla, men har sum mangir eru ráðvísir, gongst alt væl. v15  Illa er hann staddur, ið gongur í veður fyri annan, men hann, ið handtak hatar, er tryggur. v16  Yndislig kona fær heiður, og valdsmenn vinna sær ríkidømi. v17  Góðhjartaður maður ger sál síni gott, men grimmur skaðar sítt egna hold. v18  Gudleysur vinnur sær svikaligan vinning, men tann, sum rættferð sáar, fær varandi løn. v19  At fara fram við rættferð førir til lívs, at tráa eftir illum leiðir til deyða. v20  Rangsinnaðir eru Harranum ein andstygd, men teir, ið sakleysir ganga, líka honum væl. v21  Her er hondin upp á tað, at vándur sleppur ikki undan revsing, men avkomið hjá rættvísum verður bjargað. v22  Eins og gullringur í svínstrýni so er føgur kona, sum onga hevur spekt. v23  Tað, ið rættvísir ynskja, verður eina til eydnu, tað, ið gudleysir vóna, verður til vreiði. v24  Ein gevur ríkliga og fær altíð meira aftur, annar verður armur av órættum sparni. v25  Vælgerin sál skal verða ríkliga mettað, og tann, ið øðrum lívgar, skal sjálvur verða lívgaður. v26  Honum, sum dungar kornið saman, honum bannar fólkið, men signing kemur yvir høvur hans, sum selur tað. v27  Tann, sum søkir tað, ið gott er, finnur náði, men tann, sum leitar eftir illum, verður fyri tí. v28  Tann, sum lítur á ríkidømi sítt, skal falla, men rættvísir skulu spretta eins og leyvið. v29  Tann, sum hús sítt fær í ólag, skal arva vind, og dárin verður trælur hjá hinum vitra. v30  Fruktin hjá rættvísum er eitt lívstræ, og hin vísi vinnur sálir. v31  Sí, hin rættvísi fær viðurlag her á jørð, hvat tá hin gudleysi og syndarin?