Framhald av fyrsta savni

v1  Tann, ið elskar aga, elskar kunnskap, men tann, ið hatar revsing, er fákunnur. v2  Hin góði fær hjá Harranum náði, men svikafullan mann hann dømir. v3  Eingin maður verður støðufastur við gudloysi, men hjá rættvísum vikast ei rótin. v4  Ein dugandi kona er manni sínum ein krúna, men ring kona er sum rot í beinum hans. v5  Hugsanir hjá rættvísum eru hitt rætta, men ráðgerðir hjá gudleysum eru svik. v6  Orðini hjá gudleysum eru um at ráða bana, men muðurin á rættvísum bjargar teimum. v7  Gudleys verða kollvelt og eru so ikki longur til, men húsini hjá rættvísum standa. v8  Eftir vitsku síni verður maður rósaður, men hin rangsinnaði verður fyri háð. v9  Betri at vera lítil í metum og hava ein træl, enn at látast mikil og ikki eiga mat. v10  Rættvísur hevur hjartalag fyri fenaði sínum, men gudleysur er harður í skapi. v11  Tann, ið jørð sína dyrkar, verður mettur av breyði, men tann, ið gongur eftir fáfongd, hevur einki skil. v12  Gudleysur hevur hug eftir illum fongi, men hjá rættvísum gevur rótin frukt. v13  Varranna synd er ring snerra, men rættvísur sleppur út úr neyð. v14  Av fruktum munsins fær maður góða mettu, og maður fær aftur tað, sum hendur hans gjørdu. v15  Hin fákunni heldur sín veg vera rættan, men hin vísi lurtar eftir ráðum. v16  Hin fákunni vísir straks gremju sína, men hin vitri vanvirðu dylur. v17  Tann, ið sannførur er, mælir tað, ið rætt er, men falsvitni mælir svik. v18  Tosið hjá mongum er sum svørðstingur, men tungan á vísum grøðir. v19  Sannleiksvarrar standa við allar ævir, men lygitungur bert eina stund. v20  Svik er í hjørtum teirra, sum ráðleggja ilt, men hjá teimum, sum elva frið, er gleði. v21  Einki ilt hin rættvísa rámar, men gudleysir eru av vanlukkum fullir. v22  Lygivarrar eru Harranum ein andstygd, men teir, sum við sannleika fara, væl honum líka. v23  Vitur maður sín kunnleika loynir, men býttlinganna hjarta fer hátt við fákunni síni. v24  Íðin hond kemur til ræði, men leti førir til trældóms. v25  Harmur í hjarta á manni nívir tað niður, men eitt gott orð gleðir tað. v26  Hin rættvísi velur sær haglendi sítt, men vegurin hjá gudleysum villir teir. v27  Letingin fær onga villibráð, men ídnin er manni dýrt ríkidømi. v28  Á rættferðar leið er lív, men gudloysis vegur gongur til deyða.