Framhald av fyrsta savni

v1  Vitskan hjá konum byggir húsið, men fávitskan rívur tað niður við hondum sínum. v2  Tann, sum rættiliga fer fram, óttast Harran, men tann, sum krókvegir gongur, vanvirðir hann. v3  Í munni hins fákunna er hugmóðs koyril, men hjá vísum eru varrarnar ein vernd. v4  Har sum eingi neyt eru, har er krubban tóm, men er oksin sterkur, verður inntøkan stór. v5  Sannført vitni lýgur ikki, men svikaligt vitni fer við lygn. v6  Spottarin søkir vísdóm, men til einkis, men hyggin maður lættliga kunnleika finnur. v7  Far frá fávitskutum manni avstað, og ei tú fekst kunnskapar varrar at kenna. v8  Vísdómurin hjá klókum manni er veg sín at skilja, men fákunnin hjá býttlingunum er svik. v9  Skuldofrið dárarnar spottar, men hjá rættiligum er góður tokki. v10  Hjartað kennir sína egnu sorg, og í gleði tess kann eingin annar seg blanda. v11  Hjá gudleysum verða húsini løgd í oyði, men hjá rættiligum standa tjøldini í blóma. v12  Mangur kann halda ein veg vera rættan, men endin á honum er heljarleiðir. v13  Enntá í látri kennir hjartað trega, og endin á gleðini er harmur. v14  Av atferð síni skal hin svikaligi mettast og góður maður av gerningum sínum. v15  Hvørjum orði hin einfaldi trýr, men hin klóki varðar øll síni stig. v16  Hin vísi óttast og víkur frá illum, men hin fákunni er bráður og óskoytin. v17  Bráðræsin maður ger dáraverk, men svikafullur maður hataður verður. v18  Einfaldir fávitsku arva, men vitrir verða av kunnskapi krýndir. v19  Vándir skulu lúta fyri góðum, og gudleysir níga fyri durum hjá rættvísum. v20  Enntá av næstingum sínum verður fátækur hataður, men mangir eru teir, sum ríkan elska. v21  Tann, sum vanvirðir næsta sín, ger synd, men sælur er tann, sum armingum várkunnar. v22  Munnu teir ikki villast, sum hugsa um ilt, og teir fáa miskunn og trúskap, sum hugsa um gott? v23  Av øllum strevi vinningur fæst, men ber orð geva einki uttan tap. v24  Ríkidømið er vísum ein krúna, men fávitskan hjá dárum er fávitska. v25  Sannført vitni bjargar lívi, men tann, sum fer við lygn, er svikari. v26  Tann, sum Harran óttast, eigur sterka vernd, og fyri børnum hans skal verða lívd. v27  Ótti fyri Harranum er lívskelda til tess at sleppa undan deyðans snerrum. v28  Fjøld av fólki er kongsins prýði, men trot av fólki er høvdingans fall. v29  Spakførur maður hevur mikið skynsemi, men bráðlyntur maður fávitsku sýnir. v30  Tolið hjarta er lív fyri likamið, men bráðræsi er rot í beinum. v31  Tann, sum armingan kúgar, vanvirðir skapara hans, men tann, sum miskunnar fátækum, ærar hann. v32  Hin gudleysi fellur fyri illskap sín, men hinum rættvísa er sakloysið ein lívd. v33  Í hjartanum á vitrum heldur vísdómur seg kvirran, men hjá fávitskutum gerst hann kunnur. v34  Rættvísi lyftir einum fólki, men syndin er fólkanna skomm. v35  Hyggin tænari konginum væl líkar, men vreiði hans fær tann, sum illa ber seg at.