Framhald av fyrsta savni

v1  Hjá menniskjum eru hjartans hugsanir, men frá Harranum kemur svar tungunnar. v2  Maður heldur allar vegir sínar vera reinar, men Harrin metir andarnar. v3  Lít Harranum verk tíni til, tá skulu ráð tíni fáa frama. v4  Alt hevur Harrin skapað fyri tess endamál, og eisini hin gudleysa fyri vanlukkudagin. v5  Ein og hvør hugmóðigur er Harranum ein andstygd, tú kanst vera vísur í, at hann ikki sleppur órevsaður. v6  Við kærleika og trúskapi verður bøtt fyri misgerð, og við ótta fyri Harranum víkur ein frá illum. v7  Tá ið Harrin líkar atferð hjá manni, tá sættir hann eisini fíggindar hans við hann. v8  Betri er lítið við rættferð enn stórar innløgur við órætti. v9  Mansins hjarta upphugsar veg sín, men Harrin stýrir hans fetum. v10  Guddómsorð eru á kongsins vørrum, í dómi skal muður hans ikki gera mistak. v11  Rætt vág og rættar vágskálir hoyra Harranum til, hans verk eru øll lodd á vágini. v12  At fremja ilt er fyri kongar ein andstygd, tí at við rættvísi stendur hásætið trygt. v13  Rættlátar varrar kongum væl líkar, og teir elska teir, sum sannorðaðir eru. v14  Kongsins vreiði er deyðans sendiboð, men vísur maður stillar hana. v15  Í kongsins andlits ljósi er lív, og blídni hans er sum eitt æl um várið. v16  Vísdóm at vinna er betri enn gull, vitsku at vinna er meiri enn silvur. v17  At víkja frá illum er leiðin hjá rættvísum, at varða um veg sín er at varðveita sál sína. v18  Hugmóð gongur undan undirgongd, og dramblæti undan falli. v19  Betri at vera lítillátur við armingum enn at býta veiði við hástórum. v20  Tann, sum gevur gætur eftir orðinum, finnur lukku, og sælur er tann, sum lítur á Harran. v21  Tann, sum er vísur í hjarta, verður kallaður hyggin, og søtleiki varranna økir um lærdóm. v22  Fróðskapur er ein lívskelda hjá honum, sum hann eigur, men fávitskan er agin hjá fávitskutum. v23  Hjarta hins vísa ger munn hans hygnan og økir um lærdómin á vørrum hans. v24  Vinalig orð eru dýrur hunangur, søt fyri sálina, heilsubót fyri beinini. v25  Mangur kann halda ein veg vera rættan, men endin á honum er heljarleiðir. v26  Hungur arbeiðsmansins arbeiðir fyri hann, tí at muður hans koyrir á hann. v27  Eitt illmenni grevur vanlukkugrøv, og á vørrum hans er sum brennandi eldur. v28  Falslyndur maður veldur trætur, og sleyivætti ger skilnað millum vina. v29  Yvirgerðarmaður næsta sín lokkar og leiðir hann út á ringan veg. v30  Tann, sum letur eyguni aftur, hugsar um svik, tann, sum trýstir varrarnar saman, hevur gjørt ilt. v31  Grá hár eru ein heiðurskrúna, hon er at vinna á rættferðar vegi. v32  Tann, sum tolmóð hevur, er betri enn ein kappi, og tann, sum sinni sínum stýrir, betri enn tann, sum vinnur borg. v33  Lutin tey kasta í fanginum, men øll avgerð hans kemur frá Harranum.