Inngangur

v1  Orðtøk Sálomons, Dávidssonar, Ísraels kongs, v2  til at læra vísdóm og aga, at fata skilagóð orð, v3  til at nema aga og vit, rættlæti, rættvísi og rættferð, v4  til at veita teimum óroyndu ráð, teimum ungu kunnskap og skil – v5  hin vísi skal lýða á og økja sín lærdóm, hin vitri skal læra seg lívsreglur góðar – v6  til at skilja orðtøk og líknilsi, vísmanna orð og gátur teirra.

Ávaring móti at gera ilt

v7  Ótti fyri Guði er upphav at vísdómi, vitsku og aga vanvirða dárar. v8  Lýð tú, sonur, mín, á áminning faðirs tíns og vraka ikki rættleiðing móður tínar; v9  tí at tær eru yndisligur kransur á høvdi tínum, ein dýrabar keta um háls tín. v10  Sonur mín, tá ið syndarar lokka teg, tá eftirlíka teimum ikki. v11  Tá ið teir siga: »Kom tú við okkum! Lat okkum leggjast á loynum til manndráps, søkja at sakleysum manni uttan grund; v12  vit skulu gloypa teir livandi eins og hel, við húð og hári eins og teir, ið eru farnir til moldar. v13  Alskyns dýrar lutir skulu vit ognast, hús okkara fylla við ráni. v14  Javnan lut skalt tú taka við okkum, ein posa skulu vit allir í felagi hava.« v15  Sonur mín, tá gakk ikki teirra gøtur, halt fóti tínum burtur frá leiðum teirra. v16  Tí at føtur teirra eru skjótir til tað illa, snarir til at úthella blóð. v17  Tí at til einkis verður netið tant út, meðan allir veingjaðir fuglar tað síggja; v18  teir søkja at sínum egna lívi, liggja á loynum eftir sær sjálvum. v19  Soleiðis gongst øllum, ið eftir órættum vinningi tráa, hann drepur sín egna harra.

Vísdómurin kallar á fólkið

v20  Vísdómurin kallar hátt á gøtunum, letur rødd sína ljóða á torgunum; v21  hann rópar á fjølgongdum vegamótum, við borgarliðini flytur hann talu sína: v22  »Hvussu leingi ætla tit, fávitskutir, at elska fávitsku, og tit, spottarar, at hava yndi av spotti, og tit, dárar, at hata kunnskap? v23  Vendið við til leiðbeining mína, sí, tá lati eg anda mín streyma yvir tykkum, tá kunngeri eg tykkum orð míni. v24  Men av tí at tit førdust undan, tá ið eg kallaði, og eingin gav tí gætur, tó at eg rætti hondina út, v25  heldur vanvirdu øll míni ráð og skoyttu ikki leiðbeining míni; v26  tí man eg læa í ólukku tykkara, spotta, tá ið ræðslan tykkum rámar; v27  tá ið ræðslan tykkum rámar sum torusláttur, og ólukka tykkara kemur sum ein hvirla, tá ið neyð og angist á tykkum koma. v28  Tá munnu teir kalla á meg, men eg svari teimum ikki, teir munnu leita eftir mær, men finna meg ikki. v29  Tí at teir hataðu kunnskap og ansaðu ikki ótta fyri Guði, v30  skoyttu ikki ráðum mínum og vanvirdu alla leiðbeining mína; v31  tá skulu teir njóta ávøkstin av atferð síni og av sínum egnu svikræðum mettast. v32  Tí at fráhald teirra fávitskutu drepur teir, og trygd dáranna er teimum til undirgangs. v33  Men tann, ið lýðir á meg, man búgva í trygdum, man liva í friði uttan at óttast fyri illum.«