Framhald av fyrsta savni

v1  Kongsins hjarta er eins og áarløkir í Harrans hond, hann leiðir tað hagar, sum honum lystir. v2  Maður heldur allar vegir sínar vera rættar, men Harrin metir hjørtuni. v3  Rættvísi og rætt at inna, tað Harranum betur líkar enn offur. v4  Dramblát eygu og hástórt hjarta – lampan hjá gudleysum er synd. v5  Umhugsan hjá ídnum manni gevur bert vinning, men av øllum bráðræsi nýtst bert tap. v6  Ognir, sum fingnar eru við lygitungu, eru sum farandi vindblak, deyðans snerrur. v7  Óspekt vándra manna forkemur teimum sjálvum, tí at teir bórust undan at gera tað, sum rætt er. v8  Skákvegir gongur syndasekur maður, men hin reini fer beina leið fram. v9  Betri at búgva í einum horni á takinum enn at hava sambúgv við klandursamari konu. v10  Sál hins gudleysa stundar á ilt, næsti hans finnur onga miskunn hjá honum. v11  Verður spottarin revsaður, gerst hin einfaldi klókur, og verður hin vitri lærdur, tekur hann við kunnskapi. v12  Rættvísur gevur gætur eftir húsi hins gudleysa, hann gudleysar stoytir í vanlukku oman. v13  Tann, sum oyruni tippir fyri armingans rópi, hann skal sjálvur rópa og ikki fáa bønhoyrslu. v14  Gáva í loyndum stillar vreiði, og mutur í barmi sterkan yvirhuga. v15  Rættvísum manni er tað gleði at gera tað, sum rætt er, men illgerðarmonnum ein ræðsla. v16  Maður, ið villist av klókskapar vegi, skal koma at hvíla í skugganna liði. v17  Armur verður maður, ið teiti elskar, ei verður tann ríkur, ið elskar vín og olju. v18  Hin gudleysi er loysigjald fyri hin rættvísa, og ótrúgvur kemur í stað hins trúgva. v19  Betri at búgva í oyðimørk enn við klandursamari og illførari konu. v20  Dýrar skattir og olju hevur vísur í heimbýli sínum, men býttlingurin oyðir tað alt. v21  Tann, sum stundar á rættlæti og miskunn, hann skal finna lív og rættlæti og heiður. v22  Ein stað av kappum vísmaður vinnur og brýtur borgina niður, sum var álit hans. v23  Tann, sum varðveitir munn sín og tungu, hann varðveitir sál sína frá neyðum. v24  Hin hástóri og drambláti – navn hans er spottari – hann fer fram við ræðuligum ovurmóði. v25  Ynski letingans drepa hann sjálvan, tí at hendur hans vilja einki virka. v26  Allan dagin verður biðið og biðið, men hin rættvísi gevur og er ikki pírin. v27  Offur hjá gudleysum er ein andstygd, serliga tá ið teir lata tað fyri illgerð. v28  Falsvitni til grundar skal fara, men maður, sum hoyrt hevur, skal altíð tala. v29  Gudleysur maður hevur ljótan atburð, men rættiligur maður hyggur um veg sín. v30  Eingin er vísdómur, og einki er hygni, og eingi eru ráð móti Harranum. v31  Hesturin er búgvin til orrustudagin, men sigurin er í Harrans hond.