Framhald av øðrum savni

v1  Tá ið tú hjá høvdinga situr til borðs, tá gev tí væl gætur, hvønn tú hevur fyri tær, v2  og set tær knív á barkan, um tú ert átufrekur. v3  Stunda ikki eftir góðgæti hans, tí at tað er svikaligur kostur. v4  Stríðst ikki við at vera ríkur, lat slíkan klókskap tín fara. v5  Skulu eygu tíni fljúgva at ríkdómi, sum hvørvur? Tí at vist er tað, at hann ger sær veingir eins og ørnin, ið flýgur móti himni. v6  Et ikki breyð hjá manni, ið misunnir tær, og stunda ikki eftir krásum hans. v7  Tí at sum hann roknar eftir í sál síni, soleiðis er hann. »Et og drekk!« hann sigur við teg, men hjarta hans er ikki hjá tær. v8  Bitan, sum tú hevur etið, mást tú spýggja upp aftur, og tú hevur spilt tíni føgru orð. v9  Tala ikki fyri oyrunum á dára, tí at hann vanvirðir vísdómin í orðum tínum. v10  Flyt ikki markaskjal hjá einkjum og far ikki inn á jørðina hjá faðirleysum. v11  Tí at málsmaður teirra er sterkur, hann skal føra sak teirra móti tær. v12  Vend hjarta tínum at aga og oyrum tínum at kunnskapar orðum. v13  Spar ikki dreingin fyri aga; um tú slært hann við koyrlinum, doyr hann ikki. v14  Tú slært hann við koyrlinum, og sál hans tú bjargar frá deyðaheimi. v15  Sonur mín, verður hjarta títt viturt, tá gleðist eisini hjarta mítt; v16  og nýru míni fegnast, tá ið varrar tínar mæla tað, sum rætt er. v17  Lat ikki hjarta títt øvunda syndarum, men heldur hvønn dag fyri gudsótta vera hugað; v18  tá skalt tú vissuliga eiga framtíð, og vón tín skal ikki verða til einkis. v19  Hoyr tú, sonur mín, og ver tú vitur og stýr tínum hjarta beina leið. v20  Ver ikki við millum teirra, ið drekka vín, millum teirra, ið oveta seg í kjøti. v21  Tí at drykkjumenn og átarar koma í armóð, og svøvnur klæðir í spjarrar. v22  Lýð tú á faðir tín, sum hevur teg gitið, og vanvirð ikki móður tína, tá ið hon er vorðin gomul. v23  Keyp tú sannleika, og sel hann ikki, vísdóm og aga og skil. v24  Faðirin at einum rættvísum stórliga fegnast, og tann, sum gat vitran son, fær gleði av honum. v25  Lat faðir tín og móður tína gleðast, og hana, sum føddi teg, fegnast. v26  Sonur mín, gev mær hjarta títt, og lat vegir mínar falla væl eygum tínum. v27  Tí at skøkjan er ein djúp grøv, og hin fremmanda konan ein trongur brunnur. v28  Ja, hon liggur á loynum eins og ránsmaður, og hon økir um talið á ótrúgvum millum manna. v29  Hvør gevur seg? Hvør gremur seg? Hvør hevur klandur? Hvør hevur klagur? Hvør hevur sjálvvoldar skeinur? Hvør hevur døpur eygu? v30  Teir, sum sita leingi uppi við víni, teir, sum koma og smakka á virtin. v31  Hygg ikki at víninum, hvussu reytt tað er, hvussu tað glógvar í steypinum og væl rennur niður! v32  At endanum tað bítur sum ein slanga og spýr eitur sum ein ormur. v33  Eygu tíni síggja undarligar sjónir, og hjarta títt í ørviti talar. v34  Og tú verður sum tann, ið liggur á víðum havi, og sum tann, ið liggur ovast í siglutræi. v35  »Teir hava sligið meg, men eg havi ikki ilt, teir hava bukað meg, men eg føli tað ikki. Nær man eg vakna? Aftur vil eg sóknast eftir tí!«