Framhald av fjórða savni

v1  Gudleysir flýggja, um eingin teir eltir, rættvísir eru sum ein ung leyva tryggir. v2  Tá ið eitt land fer í spillu, gerast har mangir høvdingar, men við einum hygnum og skilagóðum manni varar rætturin leingi. v3  Fátækur maður, sum kúgar neyðarfólk, er eins og skolandi regn, sum ikki gevur breyð. v4  Teir, sum fara frá lógini, prísa hinum gudleysu, men teir, sum halda lógina, stríðast móti teimum. v5  Illmenni skilja ikki, hvat ið rætt er, men teir, sum søkja Harran, skilja alt. v6  Betri er fátækur maður, sum gongur í sakloysi sínum, enn tann, sum gongur tvinnanda gøtur, um hann er ríkur. v7  Tann, sum varðveitir lógina, er hyggin sonur, men tann, sum fer í hóslag við óhógvsmenn, ger faðir sínum skomm. v8  Tann, sum økir um ogn sína við rentu og okri, hann savnar til hansara, sum er góður móti fátækum fólki. v9  Tann, sum vendir oyra sínum burtur, at hann ikki hoyrir lógina, – sjálvt bøn hans er ein andstygd. v10  Tann, sum villir rættiligar menn út á vándan veg, hann fellur sjálvur í sína egnu grøv; men sakleysir skulu fáa gott í arv. v11  Ríkur maður heldur seg vísan, men vitugur, fátækur maður granskar hann út. v12  Tá ið rættvísir fegnast, er dýrdin stór, men tá ið gudleysir koma upp, krógva fólk seg burtur. v13  Tann, sum dylur misgerðir sínar, fær onga eydnu, men tann, sum gongur við tær og letur av teim, skal finna miskunn. v14  Sælur er maður, sum altíð er varur, men tann, sum herðir hjarta sítt, fellur í ólukku. v15  Eins og ýlandi leyva og ránfús bjørn, so er gudleysur høvdingi yvir einum fátækum fólki. v16  Høvdingi, sum lítið hevur vit, men nógv hevur vald! Tann, sum hatar órættan vinning, skal fáa langa ævi. v17  Maður, sum blóðsøk hevur á sær, flýggjar líka á gravarbakkan, eingin skal steðga honum. v18  Tann, sum í sakloysi gongur, verður frelstur, men tann, sum gongur tvinnanda gøtur, fellur á aðrari. v19  Tann, sum jørð sína dyrkar, verður mettur av breyði, men tann, sum fer eftir fáfongd, verður mettur av armóð. v20  Trúfastur maður verður ríkliga vælsignaður, men tann, sum í bræði vil verða ríkur, sleppur ikki órevsaður. v21  At gera mannamun er einki gott, men mangur maður verður brotsmaður fyri ein breyðbita. v22  Hin avundsjúki skundar sær eftir ríkidømi, hann veit ikki, at trot kemur at vera hjá honum. v23  Tann, sum revsar ein mann, vinnur síðan tøkk heldur enn tann, sum tungumjúkur talar. v24  Tann, sum rænir faðir sín og móður sína og sigur: »Tað er eingin synd;« hann er lagsbróðir við tann, sum forkemur øllum. v25  Hin vinnusjúki veldur trætur, men tann, sum lítur á Harran, fær signing. v26  Tann, sum lítur á sítt egna vit, er ein dári, men tann, sum í vísdómi gongur, verður frelstur. v27  Tann, sum gevur fátækum, skal onga neyð líða, men tann, sum letur eyguni aftur, fær nógvar illbønir. v28  Tá ið gudleysir koma upp, krógva fólk seg, tá ið teir fara til grundar, nørast rættvísir.