Ávøkstur vísdómsins

v1  Sonur mín, um tú tekur við orðum mínum og goymir boð míni hjá tær, v2  so at tú vendir oyra tínum til vísdóms og hjarta títt boyggir at skynsemi, v3  ja, um tú kallar á klókskap, letur róp títt ljóða eftir skili, v4  um tú leitar eftir teim sum eftir silvuri, sóknast eftir teim sum eftir fjaldum gripum, v5  tá manst tú skilja, hvat gudsótti er, og kunnskap um Guð manst tú finna. v6  Tí at Harrin gevur vísdóm, av munni hans koma kunnskapur og skil; v7  hann goymir teimum rættsintu lukkuna, er skjøldur teirra, sum í sakloysi ganga, v8  tí at hann vakir yvir stigum rættarins og varðveitir vegin hjá teim, ið hann óttast. v9  Tá manst tú fata rættvísi og rættferð, rættlæti, hvønn ein góðan veg. v10  Tí at vísdómurin man koma inn í hjarta títt, og kunnskapurin vera sál tíni yndisligur; v11  umhugsan man vaka yvir tær, skynsemi man varðveita teg – v12  fyri at frelsa teg frá einum illum vegi, frá teimum monnum, ið fara við falsi, v13  frá teim, ið fara av rættferðar leiðum fyri at ganga á myrkursins vegum, v14  ið hava gleði av tí at gera ilt og fegnast av ilskubrøgdum, v15  ið vegir sínar krókutar gera og allar sniðgøtur ganga; v16  fyri at frelsa teg frá annars mans konu, frá fremmandari konu við blíðmæltum orðum, v17  ið ungdóms vin sín hevur svikið og gloymt hevur sáttmálan við Guð sín; v18  tí at hús hennara horvir í deyðan, spor hennara leiða til deydninganna niður; v19  teir, ið inn til hennara fara, koma ikki aftur, og aldri teir komast á lívsins vegir – v20  fyri at tú kanst ganga á góða manna vegi og halda teg á leiðum teirra rættvísu. v21  Tí at teir rættsintu munnu byggja landið, og teir sakleysu verða eftir í tí. v22  Men teir gudleysu munnu verða oyddir úr landinum, og teir svikaligu verða slitnir upp úr tí.