Óttast Harran

v1  Sonur mín, gloym ikki læru mína, hjarta títt varðveiti boðorð míni; v2  tí at mangar dagar og æviár og vælferð tey tær munnu ríkliga veita. v3  Kærleiki og trúfesti víki aldri tær frá, bind tey um háls tín, skriva tey á hjartans talvu tína; v4  tá manst tú finna náði og hyggjuráð góð bæði í eygum Guðs og manna. v5  Troysta á Harran av øllum tínum hjarta, men lít ikki á vitsku tína. v6  Minst til hansara á øllum tínum leiðum, so man hann javna vegir tínar. v7  Ver ikki vísur í egnum eygum, óttast Harran og flýggja frá illum; v8  tað skal verða heilsubót fyri likam títt, heilivágur fyri bein tíni. v9  Æra Harran við ognum tínum, við frumgróðrinum av øllum tí, tú heystar, v10  tá munnu løður tínar verða ovurfyltar, vínker tíni verða á tremur. v11  Sonur mín, vanvirð ikki aga Harrans, grem teg ikki um revsing hans; v12  tí at Harrin agar tann, sum hann elskar, eins og ein faðir tann son, hann er góður við.

Virði vísdómsins

v13  Sælur er maður, ið vísdóm hevur funnið, maður, ið vinnur sær vitsku. v14  Tí at betri er hana at vinna enn silvur at vinna, og at ognast hana meiri enn gull. v15  Dýrmætari er hon enn perlur, allir dýrgripir tínir kunnu ei metast javnt við hana. v16  Eitt langt lív er í hennara høgru hond, ríkidømi og æra í vinstru. v17  Vegir hennara eru yndisligir vegir, og allar gøtur hennara vælferð. v18  Hon er lívstræ fyri teimum, ið grípa hana, og sælur er hvør tann, ið heldur fast í hana. v19  Harrin grundaði jørðina við vísdómi, festi himmalin við vitsku. v20  Fyri kunnskapi hans skildust havdjúpini sundur, og drýpur døggin úr skýggjunum niður. v21  Sonur mín, lat tey ei víkja frá eygum tínum, varðveit tú vísdóm og umhugsan, v22  tá munnu tey verða sál tíni lív og prýði fyri háls tín. v23  Tá manst tú ganga veg tín tryggur og ikki sláa fótin ímóti. v24  Tá ið tú fert at leggjast, skalt ikki tú ræðast, og tá ið tú ert lagstur, skal svøvnurin verða søtur. v25  Ikki skalt tú óttast bráða ræðslu ella ta ódn, sum á teir gudleysu brestur. v26  Tí at Harrin skal vera álit títt og varðveita fót tín, at hann ikki verður heftur.

Gávumildi og gudsótti bera signing við sær

v27  Synja ikki honum nakað gott, ið tað tørvar, um tað er í tínum valdi at gera tað. v28  Sig ikki við næsta tín: »Far og kom aftur, í morgin skal eg geva tær« – um tú eigur tað til. v29  Hugsa ikki um ilt móti næsta tínum, meðan hann situr hjá tær tryggur. v30  Deil ikki við nakran uttan orsøk, um hann ikki hevur gjørt tær nakað mein. v31  Øvunda ikki yvirgerðarmannin, og vel tær ongan av øllum vegum hans. v32  Tí at ein falsari er Harranum ein andstygd, men við teir rættsintu hann samfelag hevur. v33  Banning Harrans er í húsi hins gudleysa, men bústað teirra rættvísu signar hann. v34  Spottarar spottar hann, men eyðmjúkum gevur hann náði. v35  Vísir munnu heiður vinna, men dárar fáa skomm til býtis.