Vinn tær vísdóm og synda ikki

v1  Hoyrið, synir, áminning faðirs tykkara og gevið gætur, so at tit læra klókskap! v2  Tí at góðan lærdóm gevi eg tykkum, vrakið ikki leiðbeining mína! v3  Tí tá ið eg var sonur í faðirs míns húsi, lítið einkarbarn hjá móður míni, v4  tá lærdi hann meg og segði við meg: »Hjarta títt haldi fast við míni orð, varðveit tú boð míni, so manst tú liva. v5  Vinn tær vísdóm, vinn tær klókskap! Gloym ikki og vík ikki frá orðunum av mínum munni! v6  Havna ikki vísdómi, so man hann varða teg, elska hann, so man hann verja teg. v7  Upphav at vísdómi er: Vinn tær vísdóm, vinn tær vitsku fyri allar tínar ognir! v8  Set hann hátt, so man hann hevja teg; hann man veita tær æru, um tú fevnir hann. v9  Hann man seta á høvur títt yndisligan krans, prýða teg við dýrari krúnu.« v10  Lýð á, sonur mín, og tak við orðum mínum, tá munnu æviár tíni verða mong. v11  Eg vísi tær á vísdómsins veg, eg leiði teg á beinar gøtur. v12  Gongur tú tær, skal gongd tín ikki verða trong, og rennur tú, skalt tú ikki snáva. v13  Halt fast um áminningina, slepp henni ikki, varðveit hana, tí at hon er lív títt. v14  Kom tú ikki á gøtur teirra gudleysu, og gakk tú ikki tann vegin, ið vándir fara. v15  Lat hann vera, gakk ikki eftir honum, halt teg frá honum, og slepp tær undan! v16  Tí at teir fáa ikki sovið, uttan teir hava gjørt ilt, teir missa svøvnin, um teir ikki hava verið onkrum at meini. v17  Tí at teir eta gudloysis breyð og drekka órættar vín. v18  Leið teirra rættvísu er eins og morgunglæman, ið ljósnar og ljósnar, til tað er alljósur dagur. v19  Vegir teirra gudleysu eru eins og niðamyrkur, teir vita ikki, hvat teir snáva um. v20  Sonur mín, gev orðum mínum gætur, vend oyra tínum til talu mína. v21  Lat tey ei víkja frá eygum tínum, varðveit tey innast í hjarta tínum. v22  Tí at tey eru lív fyri teimum, ið finna tey, og heilsubót fyri alt teirra likam. v23  Fram um alt, ið verður varðveitt, varða títt hjarta, tí at har er tað, at lívið sprettur upp. v24  Halt svik av munni burtur frá tær, lat fals av vørrum vera tær fjart. v25  Lat eygu tíni hyggja beint fram, og eygnalok tíni horva bert fram fyri teg. v26  Slætta vegin fyri fótum tínum, lat allar leiðir tínar vera rættar. v27  Vík hvørki til høgru ella vinstru, halt fóti tínum burtur frá illum!