Vara teg fyri annars mans konu

v1  Sonur mín, varðveit tú orð míni, og goym tú boð míni hjá tær; v2  varðveit boð míni, so manst tú liva, og áminning mína eins og eygnastein tín. v3  Bind tey um fingrar tínar, skriva tey á talvu hjarta tíns. v4  Sig við spektina: »Tú ert systir mín!« og vitskuna kalla tú vinkonu tína, v5  so at tær mega vara teg fyri annars mans konu, fyri fremmandari konu við blíðmæltum orðum. v6  Tí at gjøgnum gluggan á húsi mínum, millum rimanna hugdi eg út, v7  tá sá eg millum teirra óroyndu, varð millum teirra ungu varur við vitleysan unglinga, v8  sum smeyg um geilarhorn og leiðini helt at hennara húsi, v9  í skýmingarløtu, móti kvøldi, í svørtum náttarmyrkri. v10  Tá kom móti honum kona, klædd eins og skøkja og svikafull í hjarta; v11  hámikil er hon og óð, heima hon støðast ikki; v12  so er hon á gøtum, so á torgum, á hvørjum horni hon lúrir; v13  hon tekur um hann og kyssir hann og sigur við frekum lótum: v14  »Eg eigi at lata eitt gildisoffur, og í dag eg haldi mítt lyfti. v15  Tí fór eg út fyri at møta tær, fyri at leita teg upp, og nú fann eg teg. v16  Eg havi song mína reitt við teppum, við egyptiskum, marglittum líni. v17  Myrru, aloe og kanel havi eg koyrt á legu mína. v18  Kom, lat okkum drekka elskhugarrús til í morgin, dusast í ástargamni! v19  Tí at maður mín er ikki heima, hann er farin á langferð. v20  Peningapungin tók hann við sær, tá ið full er sól, kemur hann aftur.« v21  Hon lokkaði hann við sínum nógva tosi, tøldi hann við sínum hálu vørrum. v22  Hann fer aftan á hana straks, sum oksi verður leiddur at verða dripin, sum hjørtur verður eltur í netið, v23  til ørvin fer ígjøgnum hans livur, sum ein fuglur sær skundar í snerru og veit ikki, at lívið er í váða. – v24  Og nú, synir mínir, hoyrið meg og lýðið á orðini, ið muður mín talar! v25  Lat ikki hjarta títt leita inn á hennara vegir, vilst ikki inn á hennara gøtur. v26  Tí at mangar hevur hon við ólívssári sært, og stórt er talið á teimum, sum hon hevur dripið. v27  Hús hennara er vegur til helheims, hann gongur niður at deyðans kømrum.