Orðtøk

v1  Eiturflugur loypa ringan deym og spillu í salvuna hjá salvumakaranum; eitt sindur av óvitsku spillir tann mann, sum er í metum fyri vísdóm, fyri æru. v2  Vísmans hugur gongur til høgru, men dára hugur til vinstru, v3  og hvar so dárin gongur, bilar honum vitið, og hann sigur frá fyri einum og hvørjum, at hann er dári. v4  Um høvdinga vreiði reisist ímóti tær, tá vík ikki úr støðu tíni; tí at spakføri kann forða stórum syndum. v5  Ein ólukka er til, sum eg havi sæð undir sólini, sum var tað mistak, ið gjørt er av einum veldisharra. v6  Fávitskan verður sett í teir høgu sessirnar, men megnarmenn mega sita niðarlaga. v7  Eg sá trælir ríðandi á hestum og høvdingar til gongu eins og trælir. v8  Tann, sum grevur grøv, kann falla í hana sjálvur; og tann, sum rívur niður múr, kann ormur bíta. v9  Tann, sum brýtur grót, kann meinsla seg av tí; tann, sum klývur við, kann av tí koma illa fyri. v10  Tá ið øksin er raggað, og eggin ikki verður brýnd, tá noyðist maðurin at nýta tess meira megi; men vísdómur hevur tann fyrimun, at hann fyrireikar alt væl. v11  Tá ið ormurin bítur, áðrenn hann er manaður, tá hevur manarin ongan fyrimun. v12  Orð av vísmans munni eru yndislig, men varrarnar á dára forkoma honum sjálvum. v13  Fyrstu orðini av munni hansara eru fávitska, og endin á røðu hansara er ramasta vitloysi. v14  Og dárin nýtir mong orð; og tó veit maðurin ikki, hvat ið henda skal; og hvat ið henda skal eftir hansara dag, hvør kann siga honum tað? v15  Møðin hjá dárunum troyttar tann, sum ikki veit vegin til bygdar. v16  Vei tær, land, sum hevur óvita til kong, og stórmenn tínir setast at áti tíðliga dags á morgni. v17  Sælt ert tú, land, sum hevur aðalbornan mann til kong, og stórmenn tínir halda máltíð í rættari tíð, sær til styrkingar og ikki til fyllskapar. v18  Fyri leti signa bjálkarnir, og har sum hendur eru yrkisleysar, har fer húsið at leka. v19  Til skemtanar halda menn gildi, og vín gevur lívinum gleði, og peningur veitir alt. v20  Sjálvt ikki í huga tínum mást tú banna konginum; og ikki í skemmu tíni mást tú banna einum ríkum manni; tí at himmalsins fuglar kundu borið ljóðið burtur, og hinir veingjaðu borið tað út, ið sagt var.