v1 Kasta breyð títt út á vatnið; tí at langa tíð eftir skalt tú finna tað aftur. v2 Skift lut tín sundur í sjey, ja í átta; tí at tú veitst ikki, hvat ilt ið koma kann yvir jørðina. v3 Tá ið skýggini verða full av regni, hella tey regnið út yvir jørðina; og tá ið eitt træ dettur suðureftir ella norðureftir á tí staði, har sum træið dettur, har verður tað liggjandi. v4 Tann, sum altíð kannar eftir vindinum, kemur ikki til at sáa; og tann, sum altíð hyggur eftir skýggjunum, kemur ikki til at heysta. v5 Líkasum tú ikki veitst, hvønn veg vindurin fer, ella hvussu beinini verða til í móðurlívinum á barnakonu, soleiðis kennir tú heldur ikki Guðs verk, hann sum alt ger. v6 Sáa sáð títt á morgni, og lat hendur tínar ikki hvílast á kvøldi; tí at tú veitst ikki, hvat ið lukkast kann, hetta ella hitt, ella um bæði tilsaman verða líka góð. v7 Yndisligt er ljósið, og gott er fyri eyguni at síggja sólina. v8 Ja, um maður livir mong ár, tá eigur hann at vera glaður øll tey ár og minnast til tað, at dagar myrkursins eisini verða mangir. Alt, sum koma skal, er fáfongd.
v9 Gleð teg, ungi maður, í ungdómi tínum, og ver tú væl hugaður í ungdóms døgum tínum, og gakk teir vegir, sum hjarta títt leiðir teg, og sum eygum tínum lystir; men vita skalt tú, at fyri alt hetta vil Guð føra teg til dóms. v10 Koyr gremju út úr hjarta tínum og halt líðing burtur frá likami tínum, tí at ungdómur og morgunroði eru fáfongd.