Ungdómur og aldurdómur

v1  Og hugsa um skapara tín í ungdóms døgum tínum, áðrenn teir vándu dagarnir koma, og tey árini nærkast, sum tú sigur um: »Tey huga mær ikki;« v2  áðrenn sólin myrknar, og ljósið og mánin og stjørnurnar, og áðrenn skýggini koma aftur eftir regnið; v3  tann tíðin, tá ið teir, sum sita um húsið, skelva, og maktarmenninir verða kropnir, og genturnar á kvørnini leggjast fyri, av tí at tær eru vorðnar fáar, og dimmligt er vorðið hjá teimum, sum hyggja út gjøgnum gluggarnar; v4  og báðar útdyrnar verða stongdar, meðan dunið av kvørnini minkar; tá ið maður fer á føtur, tað fyrsta fuglur fer at láta, og allar songkonur verða lágmæltar; v5  tá ið maður stúrir fyri hvørjari brekku, og ræðslur eru úti á veginum, og mandlutræið stendur í blóma, og grashoppurnar streva seg fram, og káperberið dovnar; tí at maðurin fer til sín æviga bústað, og tey, sum syrgja, ganga um gøtur; v6  áðrenn silvurtráðurin slitnar, og gullskálin brotnar, og krukkan fer sundur við kelduna, og hjólið dettur brotið í brunnin, v7  og moldin fer aftur til jørðina, har sum hon var áður, og andin fer aftur til Guðs, sum gav hann. v8  Fáfongdanna fáfongd, sigur prædikarin, alt er fáfongd!

Endi

v9  Umframt tað at prædikarin var vísmaður, lærdi hann eisini fólkið fróðskap og grundaði og rannsakaði og setti saman mong orðtøk. v10  Prædikarin royndi at finna føgur orð, og tað, sum hann við lít hevur skrivað, eru sannleiksorð. v11  Orð av vísmonnum eru eins og broddar, og tilsaman eru tey eins og íslignir naglar; tey eru givin av einum hirða. v12  Men ið hvussu er, sonur mín, tak við varninginum. At seta saman mangar bøkur, á tí er eingin endi, og mikil lesnaður troyttar likamið. v13  Niðurløgan, tá ið alt er hoyrt, er: Óttast Guð og halt boð hansara, tí at tað eigur hvør maður at gera. v14  Tí at Guð skal føra hvørt eitt verk fram fyri dómin, sum hildin verður yvir øllum tí, sum dult er, hvørt tað so er gott ella ilt.