v1 Fyri øllum er ein avmarkað stund, og ein og hvør lutur undir himlinum hevur sína tíð: v2 At føðast hevur sína tíð, og at doyggja hevur sína tíð; at seta niður hevur sína tíð, og at taka upp tað, sum niður er sett, hevur sína tíð. v3 At drepa hevur sína tíð, og at lekja hevur sína tíð; at ríva niður hevur sína tíð, og at byggja upp hevur sína tíð. v4 At gráta hevur sína tíð, og at læa hevur sína tíð; at syrgja hevur sína tíð, og at dansa hevur sína tíð. v5 At kasta steinar hevur sína tíð, og at henta steinar hevur sína tíð; at fevnast hevur sína tíð, og at halda sær frá favntaki hevur sína tíð. v6 At leita hevur sína tíð, og at missa hevur sína tíð; at goyma hevur sína tíð, og at forkoma hevur sína tíð. v7 At skræða sundur hevur sína tíð, og at seyma aftur hevur sína tíð; at tiga hevur sína tíð, og at tala hevur sína tíð. v8 At elska hevur sína tíð, og at hata hevur sína tíð; ófriður hevur sína tíð, og friður hevur sína tíð. v9 Hvønn vinning fær so tann, sum arbeiðir, av teirri møði, sum hann hevur? v10 Eg havi sæð ta plágu, sum Guð hevur givið mannabørnunum at plágast við. v11 Alt hevur hann gjørt lagaligt til sína tíð, eisini ævina hevur hann lagt í hjørtu teirra, men tó so at menniskjan ikki er før fyri at skilja tað verk, sum Guð ger, frá upphavi og til enda. v12 Tá fataði eg, at hjá teimum er einki betri enn at gleðast og gera sær til góða, meðan lívið er. v13 Men tað at eta og drekka og njóta fagnað mitt í allari møðini, tað er eisini hvørjum manni ein gáva frá Guði. v14 Eg fataði, at alt, sum Guð ger, tað stendur við allar ævir, har legst einki afturat, og har tekst einki burturav; og soleiðis hevur Guð gjørt tað, fyri at menn skulu óttast hann. v15 Tað, sum hendir, hevur longu verið, og tað, sum fer at henda, hevur longu verið áður; Guð leitar upp aftur tað, sum farið er.
v16 Og enn meira sá eg undir sólini, at har sum rætturin átti at vera, har var órættur, og har sum rættlætið átti at vera, har var órættur. v17 Tá segði eg við sjálvan meg: »Hin rættvísa og hin gudleysa skal Guð døma; tí at hjá honum er sett ein tíð fyri hvørjum luti og hvørjum verki.« v18 Eg segði við sjálvan meg: »Tað er fyri mannabarnanna skuld, fyri at Guð kann fáa roynt tey, og fyri at tey mega síggja, at tey sjálv einki annað eru enn djór.« v19 Tí at forløg mannabarnanna og forløg djóranna forløg teirra eru hini somu; eins og hesin doyr, so doyr hasin, og sami er andin í øllum, og menniskjan hevur ongan fyrimun fram fyri djórini, tí at alt er fáfongd. v20 Alt fer somu leiðina; alt er komið av mold, og alt fer aftur til moldar. v21 Hvør veit, um andi mannabarnanna stígur upp eftir, og um andi djóranna fer niður til jarðar? v22 Soleiðis sá eg, at einki er betri hjá manninum, enn at hann gleðist við arbeiði sítt, tí at tað er lutur hansara; tí at hvør kann fáa hann til at hyggja inn í tað, sum henda skal eftir hansara dag?