v1 Og uppaftur sá eg alla ta kúgan, sum hendir undir sólini. Tað flutu tár frá teimum, sum kúgað vórðu, og eingin uggar tey. Hond kúgaranna brúkar vald ímóti teimum, og eingin uggar tey. v2 Tá prísaði eg hini deyðu sæl, tey sum longu eru deyð, í samanburði við hini livandi, tey sum enn eru á lívi; v3 men sælari enn báðir partar er tann, sum enn ikki er vorðin til, og sum ikki hevur sæð tey vándu verk, sum framd verða undir sólini. v4 Og eg sá, at øll møði og allur dugnaskapur í arbeiðinum einki er annað enn øvund, sum drívur ein fram um annan. Eisini hetta er fáfongd og eftirsókn eftir vindi.
v5 Hin fákunni kneppir hendur og etur sítt egna hold. v6 Betri er ein nevi av ró enn báðar hendur fullar av møði og eftirsókn eftir vindi.
v7 Og uppaftur sá eg eina fáfongd undir sólini: v8 Tað hendir, at maður stendur einsamallur og hevur ongan annan hjá sær, hvørki son ella bróður; og kortini er eingin endi á allari møði hansara, og eygu hansara verða ikki mett av ríkidømi. Men hvønn møði eg meg tá fyri og nokti mær sjálvum tað, sum gott er? Eisini hetta er fáfongd og ein ring plága. v9 Betri eru tveir enn ein, tí at teir fáa góða løn fyri møði sína. v10 Tí at um annar teirra dettur, kann annar reisa felaga sín upp aftur; men neyðar maður, ið einsamallur er; tí tá ið hann dettur, er eingin at reisa hann upp aftur. v11 Somuleiðis tá ið tveir sova í hópi, tá verða teir heitir, men hvussu skal ein einsamallur verða heitur? v12 Og um onkur kann vinna tann, sum er einsamallur, so kunnu tveir standa ímóti honum; og trítáttaður tráður slitnar ikki so skjótt.
v13 Betri er fátækur og vitur unglingi enn gamal og fávitskutur kongur, sum ikki longur dugir at taka við ráðum. v14 Tí at hann gekk út úr fangahúsinum til tess at verða kongur, tó at hann var føddur fátækur í ríkinum hjá hinum. v15 Eg sá allar hinar livandi, sum gingu undir sólini, vera í felagi við unglinganum, við honum, sum skuldi koma í hins stað. v16 Óteljandi var alt tað fólk, sum hann var oddamaður fyri. Kortini gleðast eftirmenninir ikki um hann. Nei, eisini hetta er fáfongd og eftirsókn eftir vindi.