(4,17) Varða fót tín, tá ið tú gongur í Guðs hús; tí at tað er betri at koma hagar fyri at hoyra, enn at fákunnir bera fram sláturoffur; tí at teir gera illa, av tí at teir einki vita. v1 Ver ikki ov munnlættur, og lat ikki hjarta títt vera ov bráðræsið til at mæla orð frammi fyri Guði! Tí at Guð er í himlinum, og tú ert á jørðini, lat tí orð tíni vera fá! v2 Tí at dreymar koma, har sum nógv er roks, og dáratala, har sum mong eru orð. v3 Tá ið tú lovar Guði eitt lyfti, tá lat ikki fresta við at halda tað, tí at hann hevur ikki tokka á dárum. Tað, ið tú lovar, skalt tú halda! v4 Betri er, at tú einki lovar, enn at tú lovar og ikki heldur. v5 Lat ikki munn tín føra sekt yvir likam títt og sig ikki við sendiboðið: »Tað var av bráðræði!« Hví skal Guð ilskast um tað, sum tú sigur, og týna tí, sum hendur tínar gera? v6 Tí at har sum mangir dreymar eru, og mong orð eru, har er eisini mikil fáfongd. Nei, óttast tú heldur Guð!
v7 Um tú sært hin fátæka verða kúgaðan, og at rættur og rættvísi verða rænd í landinum, tá ver ikki bilsin av tí lagi; tí at høgur vakir yvir høgum og hin hægsti yvir teimum øllum. v8 Men vinningur fyri eitt land er, ið hvussu er, ein kongur, sum fremur jarðardyrkan.
v9 Tann, sum elskar pening, verður ikki mettur av peningi, og tann, sum elskar ríkidømi, fær einki í úrtøku. Eisini hetta er fáfongd. v10 Har sum ognirnar vaksa, har verða fleiri um at eta tær upp; hvat gagn hevur tá ánarin av teimum annað enn sýni av teimum? v11 Søtur er svøvnurin hjá tí, sum arbeiðir, annaðhvørt hann etur lítið ella nógv; men yvirflóðin hjá ríka manninum letur hann ikki fáa frið at sova. v12 Ein ring vanlukka er til, sum eg havi sæð undir sólini: Ríkidømi, sum ánarin hevur goymt saman sjálvum sær til óeydnu. v13 Missir hann hetta ríkidømi av óhappi, og hevur hann fingið son, tá verður einki eftir í hansara hond. v14 Sum hann kom úr móðurlívi, soleiðis má hann fara avstað aftur, so nakin sum hann kom, og hann hevur einki fyri møði sína, sum hann kann taka í hondina við sær. v15 Eisini hetta er ring vanlukka: Heilt soleiðis sum hann kom, skal hann aftur fara, og hvønn vinning hevur hann tá av tí, at hann møðir seg út í veður og vind? v16 Umframt hetta fer allur aldur hansara í myrkri og í sorg og miklari gremju og í sjúkdómi og stríði. v17 Sí, hetta er tað, sum eg havi sæð at vera gott, at vera fagurt: At maðurin etur og drekkur og nýtur tað, sum gott er av allari møði síni, sum hann møðist við undir sólini allar teir ævidagar sínar, sum Guð gevur honum; tí at tað er lutur hansara. v18 Og tá ið Guð gevur einumhvørjum manni ríkidømi og dýrgripir og ger hann føran fyri at njóta tað og at taka upp lut sín og at gleðast í møði síni, tá er tað ein gáva frá Guði; v19 tí at tá hugsar hann ikki so mikið um ævidagar sínar, við tað at Guð letur hann hava nóg mikið at gera við hjartans gleði sína.