Vísmaður og kongur

v1  Hvør er sum vísmaðurin, og hvør dugir at týða ein lut? Vísdómur mansins fær andlit hansara at lýsa, og harðskapurin í ásjón hansara verður umskiftur. v2  Eg sigi: Varða um kongsins boð, og tað vegna eiðin við Guð. v3  Skunda tær ikki at fara burtur frá honum, ver ikki uppi í nøkrum illum. Tí at hann ger alt, sum hann vil, v4  av tí at kongsorð er máttmikið, og hvør torir siga við hann: »Hvat gert tú?« v5  Tann, sum varðar um boðið, skal ikki fáa at vita av nøkrum illum, og vísmans hjarta kennir tíð og dóm.

Máttloysi menniskjunnar

v6  Tí at hvør ein fyritøka hevur sína tíð og sín dóm, tí at illskapur mansins liggur tungur á honum. v7  Tí at hann veit ikki, hvat ið henda skal, og hvør kann siga honum, hvussu tað fer at verða? v8  Eingin maður hevur ræði á vindinum, so at hann kann byrgja fyri vindinum, og eingin maður ræður yvir deyðadeginum, og eingin sleppur undan í ófriðartíðum, og gudloysið bjargar ikki sínum egna harra.

Sami lutur fyri rættvísar og gudleysar

v9  Alt hetta havi eg sæð, við tað at eg gav mær far um alt tað, sum gjørt verður undir sólini, í eini tíð, tá ið ein maðurin hevur ræðið á øðrum, honum til ólukku. – v10  Og tínæst sá eg gudleysar menn verða jarðaðar og fara til hvíldar, men teir, sum høvdu gjørt tað, sum rætt var, noyðast at fara burtur frá hinum heilaga staði og verða gloymdir í staðinum. Eisini hetta er fáfongd. v11  Av tí at ilskunnar verk ikki alt fyri eitt fær dóm sín yvir seg, tí fýsir hjartanum í mannabørnunum at gera tað, sum ilt er; v12  av tí at syndarin hundrað ferðir kann gera tað, sum ilt er, og kortini livir leingi; – tó at eg veit, at tað gongst teimum væl, sum óttast Guð, tí at tey óttast fyri ásjón hansara. v13  Men hinum gudleysa skal ikki gangast væl, og hann skal ikki fáa langa ævi heldur enn skuggin, av tí at hann ikki óttast fyri Guðs ásjón. v14  Tað er ein fáfongd, sum er á jørðini, at til eru rættvísir menn, sum verða fyri tí, sum átti at verið gudleysum fyri, og at til eru gudleysir menn, sum verða fyri tí, sum átti at verið rættvísum fyri. Eg segði, at eisini hetta er fáfongd. v15  Tá prísaði eg gleðina, tí at einki betri er til fyri mannin undir sólini enn at eta og drekka og vera glaður, og at hetta fylgir honum í møði hansara teir ævidagarnar, sum Guð hevur givið honum undir sólini.

Lívsins gáta

v16  Tá ið eg legði hugin á at fáa at kenna vísdóm og at síggja tað strevið, sum tey strevast við á jørðini – tí at hvørki dag ella nátt fáa tey blund í eyguni – v17  tá sá eg, at tað er soleiðis vorðið við øllum Guðs verki, at maðurin ikki er førur fyri at skilja tað verk, sum gjørt verður undir sólini. Tí at alt tað maðurin strevast við at útgrunda tað, er hann tó ikki førur fyri at skilja tað til fulnar, og um ein vísmaður heldur seg kunna kenna tað, er hann tó ikki førur fyri at skilja tað til fulnar. –