Lívsins gáta og vónloysi deyðans

v1  Tí at alt hetta legði eg mær í huga, og alt hetta royndi eg at rannsaka: at hinir rættvísu og hinir vísu og verk teirra eru í Guðs hond. Hvørki kærleika ella hatur kennir menniskjan frammanundan; alt kunnu tey vænta sær. v2  Alt kann henda øll; somu forløg møta rættvísum og gudleysum, góðum og reinum og óreinum, teimum, sum bera fram offur, teimum, sum ikki bera fram offur; hinum góða gongst á sama hátt sum syndaranum; tí, sum svør, eins og tí, sum óttast eiðin. v3  Hetta er hitt syndarliga við øllum, sum hendir undir sólini, at somu forløg møta øllum, og tí fyllist hjartað í mannabørnunum av illskapi, og síðan liggur leiðin til hinna deyðu. v4  Tí at tann, sum kann vera í flokki við øllum teimum, sum liva, hann hevur vón; tí at livandi hundur er betri enn deyð leyva. v5  Tí at teir, sum liva, vita, at teir skulu doyggja; men hinir deyðu vita als einki og fáa onga løn longur, tí at minnið um teir verður gloymt. v6  Bæði kærleiki teirra og hatur og øvund, tað er longu langt síðan farið, og teir fáa aldri meira nakran lut í øllum tí, sum hendir undir sólini. –

Njót lívið

v7  Far tí og et breyð títt við gleði og drekk av glaðum huga vín títt! Tí at Guð hevur longu langt síðan latið sær líka gerning tín. v8  Lat klæði tíni altíð vera hvít, og lat ikki olju tróta á høvdi tínum. v9  Njót tú lívið við teirri konu, sum tú elskar, allar dagar í tínum fáfongda lívi, sum hann hevur givið tær undir sólini, allar tínar fáfongdar dagar, tí at tað er lutur tín í lívinum og í møði tíni, sum tú møðir teg við undir sólini. v10  Alt tað, sum hond tín orkar at gera við kraft tíni, ger tú tað, tí at hvørki arbeiði ella umhugsan ella kunnugleiki ella vísdómur er til í helheimi, har sum tú fert.

Tíð og tilvild møtir øllum

v11  Uppaftur sá eg undir sólini, at hinir fótfimu ráða ikki yvir skeiðinum, og kapparnir ikki yvir bardaganum, og heldur ikki vísmenninir yvir breyðinum, og heldur ikki hinir hygnu yvir ríkidøminum, og ikki heldur hinir skynsomu yvir vinseminum; tí at tíð og tilvild møtir teimum øllum. v12  Tí at maðurin kennir líka so lítið sína tíð sum fiskarnir, ið verða fangaðir í vanlukkunetinum, og fuglarnir, sum verða fastir í hjálmanum. Á sama hátt verða mannabørnini fangað á ógævustund, tá ið hon dáttliga kemur á tey.

Trongu kor vísdómsins

v13  Hetta sá eg eisini sum vísdóm undir sólini, sum mær tókti at vera stórur: v14  Eina ferð var ein lítil bygd, og fá fólk vóru í henni. So kom ein stórur kongur móti henni og kringsetti hana og bygdi mikil hervirki móti henni. v15  Men í bygdini var ein fátækur maður, men vitur, og hann bjargaði bygdini við vísdómi sínum; men eingin maður mintist til henda fátæka mannin. v16  Tá hugsaði eg: »Vísdómur er betri enn styrki; men fátæks mans vísdómur verður vanvirdur, og orðum hansara verður ikki givið gætur eftir.«

Orðtøk um vísdóm

v17  Vísmanna orð, sum lýtt verður á í ró, eru betri enn valdmans róp millum dára. v18  Vísdómur er betri enn hervápn, men ein syndari kann spilla nógv gott.