Jødar vandnir um Guðs sakir, tó ikki við skynsemi

v1  Brøður! Tað er hjartans ynski mítt og bøn til Guðs, at teir mega verða frelstir. v2  Tí at eg gevi teimum tann vitnisburð, at teir eru vandnir um Guðs sakir, men ikki við skynsemi. v3  Tí at við tað at teir ikki kendu rættvísi Guðs, og royndu at seta upp sína egnu rættvísi, so góvu teir seg ikki undir rættvísi Guðs.

Lógarrættvísin og trúarrættvísin eru hvør mót aðrari

v4  Tí at Kristus er endin á lógini til rættvísi fyri hvønn tann, sum trýr. v5  Tí at Móses skrivar, at tann maður, sum ger ta rættvísi, sum er av lógini, skal liva við hana. v6  Men tann rættvísi, sum er av trúgv, sigur soleiðis: »Sig ikki í hjarta tínum: »Hvør vil fara upp í himin?« – tað er, til at flyta Krist oman, – v7  ella: »Hvør vil fara niður í undirdýpið?«« – tað er, til at flyta Krist upp frá deyðum. v8  Men hvat sigur hon? »Orðið er tær nær, í munni tínum og í hjarta tínum.« Tað er tað trúarorðið, sum vit prædika. v9  Tí at um tú játtar við munni tínum, at Jesus er harri, og trýr í hjarta tínum, at Guð vakti hann upp frá deyðum, tá skalt tú verða frelstur; v10  tí at við hjartanum verður trúð til rættvísi, men við munninum verður játtað til frelsu. v11  Tí at skriftin sigur: »Hvør tann, sum trýr á hann, skal ikki verða til skammar.« v12  Tí at ikki er munur á Jøda og Grikka; tí at hin sami er harri hjá øllum, fullríkur fyri øll tey, sum ákalla hann. v13  Tí at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur.

Evangeliið er boðað Jødum -- sum roynast vantrúnir og tvørsintir

v14  Hvussu skulu tey tá ákalla tann, sum tey ikki trúgva á? Og hvussu skulu tey trúgva á tann, sum tey ikki hava hoyrt um? Og hvussu skulu tey hoyra, uttan at onkur er, sum prædikar? v15  Og hvussu skulu teir prædika, uttan at teir verða sendir? Soleiðis sum skrivað er: »Hvussu yndisligir eru føtur teirra, sum boða gleðiboðskapin um hitt góða!« v16  Men ikki vóru øll gleðiboðskapinum lýðin; tí at Jesaja sigur: »Harri, hvør trúði tí, sum hann hoyrdi av okkum?« v17  So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists. v18  Men eg sigi: Hava tey ikki hoyrt? Jú, vissuliga: »Út um alla jørðina er rødd teirra farin, og til endar heimsins orð teirra.« v19  Men eg sigi: Skildi tá Ísrael tað ikki? Fyrst sigur Móses: »Eg vil gera tykkum ágrýtnar móti einum fólki, sum ikki er fólk, móti einum skilaleysum fólki vil eg birta vreiði tykkara.« v20  Men Jesaja troystar sær at siga: »Eg varð funnin av teimum, sum ikki leitaðu eftir mær, eg eri vorðin kunnur fyri teimum, sum ikki spurdu eftir mær.« v21  Men við Ísrael sigur hann: »Allan dagin rætti eg út hendur mínar móti einum ólýdnum og tvørsintum fólki.«