Ábraham rættvísgjørdur av trúgv

v1  Hvat skulu vit tá siga, at Ábraham, ættarfaðir okkara, hevur vunnið eftir holdinum? v2  Tí at varð Ábraham rættvísgjørdur av gerningum, tá hevur hann nakað at rósa sær av; men ikki fyri Guði. v3  Tí at hvat sigur skriftin? »Men Ábraham trúði Guði og tað varð roknað honum til rættvísi.« v4  Men tí, sum ger gerningar, verður lønin roknað ikki eftir náði, men eftir skyldugleika; v5  tí harímót, sum ikki ger gerningar, men trýr á hann, sum rættvísger ógudiligan, verður trúgv hansara roknað til rættvísi. v6  Eins og eisini Dávid prísar tann mann sælan, sum Guð tilroknar rættvísi uttan gerningar: v7  »Sælir eru teir, sum hava misbrot síni fyrigivin og syndir sínar huldar. v8  Sælur er maður, sum Harrin ikki tilroknar synd.«

v9  Viðvíkur nú henda sæluboðan hinum umskornu ella hinum óumskornu eisini? Tí at vit siga jú: »Trúgvin varð roknað Ábrahami til rættvísi.« v10  Hvussu varð hon tá tilroknað honum? Tá ið hann var umskorin, ella meðan hann var óumskorin? Ikki tá ið hann var umskorin, men meðan hann var óumskorin. v11  Og hann fekk umskeringartekinið sum innsigli á teirri trúarrættvísi, sum hann hevði, meðan hann var óumskorin, til tess at hann skuldi vera faðir at øllum teimum, sum trúgva óumskorin, fyri at rættvísi kann verða tilroknað teimum, v12  og faðir at umskornum, teimum, sum ikki bert eru umskorin, men sum eisini stíga í fótasporini av teirri trúgv, sum Ábraham, faðir okkara, hevði, tá ið hann var óumskorin.

Ábraham faðir at øllum trúgvandi

v13  Tí at ikki við lóg varð Ábrahami ella avkomi hansara givin tann fyrijáttanin, at hann skuldi vera arvingi til heimin, men við trúarrættvísi. v14  Tí at eru tey, sum halda seg til lógina, arvingar, tá er trúgvin ónýtt og fyrijáttanin gjørd til einkis. v15  Tí at lógin fremur vreiði; men har sum ikki er lóg, har er heldur ikki lógbrot. v16  Tí er tað av trúgv, fyri at tað skuldi vera sum ein náði, so at fyrijáttanin kundi standa óvikandi fyri øllum avkominum, ikki bert fyri tí, sum hevur lógina, men eisini fyri tí, sum hevur trúgv Ábrahams, hann sum er faðir at okkum øllum, – v17  sum skrivað stendur: »Eg havi sett teg at vera faðir at mongum fólkasløgum,« – frammi fyri ásjón Guðs, sum hann trúði á, hann sum ger hini deyðu livandi, og kallar tað, sum ikki er til, sum var tað til. v18  Hann trúði móti vón við vón, at hann skuldi verða faðir at mongum fólkasløgum, samsvarandi tí, sum sagt var: »Soleiðis skal avkom títt verða.« v19  Og ikki viknaði hann í trúnni, tó at hann hugsaði um, at hansara egna likam longu var ellismerkt, hann var tætt við hundrað ár, og at Sára var farin av barnburði. v20  Men um fyrijáttan Guðs ivaðist hann ikki í vantrúgv, heldur styrknaði hann í trúnni, við tað at hann gav Guði æruna, v21  og var fullvísur í tí, at tað, sum hann hevði lovað, var hann eisini mentur at gera. v22  Tí varð tað eisini roknað honum til rættvísi. v23  Men at tað varð honum tilroknað, tað varð ikki skrivað bert fyri hansara skuld, v24  men eisini fyri okkara skuld, sum tað skal verða tilroknað, okkum sum trúgva á hann, sum vakti upp Jesus, harra okkara, frá deyðum, v25  hann sum fyri misgerðir okkara varð givin upp og fyri rættvísgering okkara varð uppvaktur.