v1 Bóaz fór nú niðan í borgarliðið og settist har. Tá bar so á, at loysnarmaðurin kom framvið, sum Bóaz hevði talað um; og hann kallaði á hann: »Kom tú og set teg her!« Hann fór tá og setti seg har. v2 Tá tók hann tíggju av teimum elstu í bygdini og segði: »Setið tykkum her!« Og teir settust niður. v3 Síðan segði hann við loysnarmannin: »Nóomi, sum er afturkomin úr Móablandi, hevur selt ta jørðina, sum skyldmaður okkara Elimelek átti. v4 Og eg hugsaði, eg skuldi lata teg vita tað og siga: Keyp hana nú, meðan teir, ið her sita, og hinir elstu í fólki mínum eru hjástaddir! Um tú vilt loysa, so loys nú; men um tú ikki vilt loysa, tá sig mær frá, so at eg veit tað; tí at eingin er at loysa uttan tú og eftir teg eg sjálvur!« Hann svaraði: »Eg ætli at loysa!« v5 Men Bóaz segði: »Í somu løtu, tú keypir jørðina frá Nóomi, keypir tú eisini konu hins deyða, Rut, hina móabitisku, til tess at uppreisa honum navn á arvaluti hans!« v6 Men tá svaraði loysnarmaðurin: »Tá kann eg ikki loysa, tí at tá verði eg at spilla mín egna arvalut; loys tú tað, sum eg átti at loyst, tí at eg kann ikki loysa!« v7 Men tað var áður siður í Ísrael viðvíkjandi loysing og skifti, tá ið nakað skuldi staðfestast, at annar tók skógvin av sær og flýddi hann hinum; við hesum varð vitnisburður staðfestur í Ísrael. v8 Tá ið nú loysnarmaðurin segði við Bóaz: »Keyp tú hana!« fór hann tí alt í einum úr skónum. v9 Tá segði Bóaz við hinar elstu og alt fólkið: »Tit kunnu í dag vátta, at eg havi keypt frá Nóomi alt tað, sum Elimelek átti, og alt tað, ið Maklon og Kiljon áttu. v10 Eisini Rut, hina móabitisku, konu Maklons, havi eg keypt mær til konu til tess at uppreisa navn hins deyða á arvaluti hans, til tess at navn hins deyða ikki skal doyggja út millum brøðra hans, ikki heldur úr borgarliðinum. Tit eru vitni í dag!« v11 Tá segði alt fólkið, sum var í borgarliðinum, og hinir elstu: »Ja, um tað eru vit vitni! Gævi Guð, at hetta fljóð, ið kemur í hús títt, má verða eins og Rakul og Lea, ið báðar bygdu Ísraels hús. Verð frægur í Efrata, og verði navn títt dýrmett í Betlehem! v12 Og verði hús títt sum húsið hjá Perezi, ið Támar føddi Júda, fyri tað avkom, ið Harrin vil veita tær við hesum unga fljóði!«
v13 Síðan tók Bóaz Rut til sín, og hon varð kona hans; og Harrin gav henni gitnað, og hon føddi son. v14 Tá søgdu konurnar við Nóomi: »Signaður veri Harrin, ið ikki hevur latið svitast tær loysnarmann í dag; dýrmett veri navn hans í Ísrael. v15 Hann veri tær uggari og ellistuðul; tí sonarkona, sum elskar teg, hevur alt hann hon, ið er tær betri enn sjey synir!« v16 Og Nóomi tók barnið á fang sítt og gjørdist fostra tess. v17 Og grannkonurnar góvu honum navn og søgdu: »Sonur er føddur Nóomi!« Og tær nevndu hann Óbed; hann varð faðir at Ísai, sum varð faðir at Dávidi.
v18 Hetta er ættartalið hjá Perezi: Perez gat Hezron; v19 Hezron gat Rám, Rám gat Amminadab; v20 Amminadab gat Náhsjon, Náhsjon gat Salmon; v21 Salmon gat Bóaz, Bóaz gat Óbed; v22 Óbed gat Ísai, og Ísai gat Dávid.