v1 Boyggið og eyðmýkið tykkum, tit fólk, sum ikki blúgvast, v2 áður enn tit verða sum fúkandi sáður, áður enn tit koma fyri brennandi bræði Harrans, áður enn vreiðinnardagur Harrans kemur yvir tykkum! v3 Søkið Harran, øll tit eyðmjúku í landinum, sum halda boðorð hans; stundið á rættlæti, stundið á eyðmýkt; kanska finna tit skjól á vreiðidegi Harrans; v4 tí at skjótt skal Gaza vera reyn og Askalon oyði; á alljósum degi skal Asdod í útlegd, og Ekron skal týnast. v5 Vei teimum, ið búgva fram við havinum; fólkinum av Kretaætt! Eg skal kúga teg, Filistaland, og oyða teg, so eingin býr har meira! v6 Tú skalt verða at haga, har hirðar hava seyðabyrgi. v7 Tá skal landið fram við havinum fáa leivdina av Júdahúsi og hirðarnir lata seyð sín beita har og bølast á kvøldi í Askalons húsum; tí at Harrin, Guð teirra, man vitja teir og snúgva lagnu teirra. v8 Eg havi hoyrt Móabs háðan og spottan Ammonita, hvussu teir háðaðu fólk mítt og brettu sær móti landi teirra. v9 Tí skal tað, so satt sum eg livi, sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð, verða við Móab sum við Sódomu og við Ammonitum sum við Gómorru; teir skulu verða at notulendi, at saltgryvju og ævigum oyði; leivdin av fólki mínum skal ræna teir, og eftirstøðan í tjóð míni arva teir. v10 Hetta skulu teir fáa fyri hugmóð sítt, fyri at teir vanvirdu fólkið hjá Harra herliðanna og brettu sær móti teimum. v11 Øgiligur kemur Harrin yvir teir, tí at hann skal oyða av jørðini allar gudar; og allir heidnir oyggjaskeggjar skulu níga fyri honum, hvør á sínum staði. v12 Eisini tit, Blálendingar, skulu falla fyri svørði Harrans; v13 síðan bregður hann hondini móti norðuri og beinir fyri Assur. Nineve ger hann at reyni og oyðisondum; v14 har skulu fæflokkar hølast og alskyns villdjór; pelikánar og stjørnuhegrar hava náttból á súlnahøvdum hennara, uglur grenja í gluggunum, og ravnar gorra á gáttini. v15 Hetta er hin gleimmikla borg, ið búði so trygg og hugsaði við sjálvari sær: »Eg og eingin onnur!« Hvussu hon er vorðin at oyði, villdjórum til bøli! Hvør, ið kemur fram við henni bríkslar og veittrar við hondini háðuliga.