v1 Vei hini treisku, syndadálkaðu borg, ið innir yvirgangsverk, v2 ið ikki lýðir rødd Harrans og ikki tekur við aga; hon troystar ikki á Harran og heldur seg ikki aftur at Guði sínum. v3 Høvdingarnir har eru ýlandi ljón, dómarar hennara sum úlvar á kvøldi, sum einki leiva til morguns. v4 Braggarar eru profetar hennara, trúleysir menn; prestar hennara vanhalga hitt heilaga og misbjóða lógini. v5 Men Harrin er rættvísur í miðjari henni, hann ger ongan órætt; á hvørjum morgni birtir hann rættlæti sítt; tað svitast ikki; men níðingar skammast ikki. v6 Tjóðir havi eg týnt, og borgtindar teirra eru niðurbrotnir; av gøtum teirra oyddi eg øll, sum har fóru um; mannoydddar liggja nú borgir teirra og avtoftaðar; eingin býr har. v7 Eg hugsaði: »Nú man hon tó fara at óttast meg og taka við aga og ikki siga burtur alt tað, sum eg havi lagt henni eina við.« Men skjótt vórðu allar gerðir teirra hvaðna verri aftur.
v8 Bíðið mær tí, sigur Harrin, bíðið tí degi, tá ið eg rísi sum vitni, tí at tað er mín rættur at savna tjóðir og stevna saman kongaríkjum til tess at hella út yvir tey vreiði mína, alla mína brennandi bræði; tí at av eldi frá vandlæti mínum skal jørðin øll verða oydd. v9 Men tá skapi eg um tjóðirnar, geri reinar varrar teirra, so at tær allar ákalla navn Harrans og tæna honum av einum huga. v10 Frá landinum handan Blálands áir verða mær havrar sendir, úr Pátros koma teir til mín við grónofrum. v11 Á tí degi nýtist tær ikki at skammast við øll verk tíni, sum tú syndaði móti mær við, tí at tá man eg ryðja burtur frá tær allar, ið drambsliga hildu sær at gaman hjá tær; og tú skalt ikki meira erpa tær á mínum heilaga fjalli. v12 Eg lati verða eftir í miðjari tær eitt eyðmýkt og lítillátað fólk, ið lítur á Harran. v13 Leivdir Ísraels skulu ongan órætt fremja og ikki fara við lygnum; í munni teirra skal svikatunga ikki finnast; tí at tey skulu ganga á beiti og bølast uttan ekka.
v14 Fegnast, tú Zions dóttir, Ísrael hevja fagnaðarróp; ver kát og gleð teg av øllum hjarta, Jorsaladóttir! v15 Harrin hevur strikað út tín dóm og beint fyri fíggindum tínum; hjá tær er Harrin kongur; einki ilt skal berast tær fyri meira. v16 Á tí degi skal verða sagt við Jerúsalem: Óttast ikki, Zion, lat ikki hugin falla! v17 Hjá tær er Harrin, Guð tín, hin frelsandi hetjan; hann fegnast um teg við fagnaði; hann tegir í kærleika sínum; hann gleðist yvir teg við fagnaðarljóði sum á veitsludegi. v18 Ta skemd, ið nívdi teg, havi eg tikið av tær. v19 Sí, um tað bilið beini eg fyri øllum teimum, ið kúgaðu teg, og frelsi tað løstaða og savni tað burturrikna og veiti teimum heiður og ágiti um alla jørðina. v20 Á teirri stund, tá ið eg føri tykkum heim aftur, á teirri stund, tá ið eg havi savnað tykkum, tá veiti eg tykkum heiður og ágiti millum allar tjóðir á jørð, tá ið eg havi snúgvað lagnu tykkara fyri eygum tykkara, sigur Harrin.