v1  Ein bøn av einum armum, tá ið máttur hans bilar, og hann oysir út sína klagu fyri Harrans ásjón. v2  Harri, hoyr mína bøn! Róp mítt komi til tín! v3  Fjal ikki fyri mær andlit títt tann dag, eg í neyð eri staddur! Vend til mín oyra títt! Skunda tær at svara, tá eg rópi! v4  Tí mínir dagar fara sum roykur, mínir liðir gløða sum eldur; v5  mítt hjarta er sviðið sum grasið og følnað, tí eg mist havi hugin at eta mítt breyð. v6  Av teirri tungu stynjan míni hanga beinini føst í kjøti mínum. v7  Eg líkist pelikánini í oyðimørk og eri eins og úlan á oyðum. v8  Eg liggi vakin á nátt og eri vorðin sum einsligur fuglur á taki. v9  Allan dagin mínir fíggindar meg háða, mínir spottarar bannast við meg. v10  Tí øsku eg eti sum breyð, drykk mín eg blandi við gráti v11  vegna ilsku tína og vreiði, tí tú tókst meg og blakaði meg burt. v12  Mínir dagar halla sum skuggin, eins og grasið følni eg burt. v13  Men tú, Harri, sum situr um ævir, hvørs navn er ætt eftir ætt, v14  tú vilt aftur miskunna Zion, tá tíð og stund til náði er komin; v15  tí tínir tænarar elska tess steinar og harmast um grótrúgvur tess. v16  Tá skulu heidningar navn títt óttast, Harri, og dýrd tína allir heimsins kongar; v17  tí Harrin byggir upp Zion og vísir seg har í síni dýrd, v18  vendir sær at bøn teirra ørmu og vrakar ei teirra bøn. v19  Hetta skal skrivast fyri komandi ætt, og eitt nýskapað fólk skal Harranum lova, v20  tí at Harrin hugdi niður frá sínum heilagu hæddum, skoðaði av himni til jarðar v21  fyri at hoyra fanganna stynjan og deyðans børnum veita frælsi. v22   Børn tænara tína skulu festa búgv, og avkom teirra fyri ásjón tíni vera v23  fyri at boða í Zion av Harrans navni og av heiðuri hans í Jerúsalem, v24  tá ið fólkini øll koma saman og ríkini øll fyri Harranum at tæna. – v25  Hann hevur veikt mína kraft á vegnum og stytt um dagar mínar. v26  Men eg sigi: Guð mín, tak meg ei burt á miðjum døgum mínum, tú, hvørs ár eru ætt eftir ætt! v27  Í forðum tú jørðina festi, himnarnir eru handaverk títt. v28  Teir forganga, men tú verður. Sum eini klæði slítast teir upp, sum eitt plagg tú teir skiftir, og teir verða skiftir. v29  Men tú ert og verður, og ár tíni fáa ongan enda.