v1  Harranum lovið, ákallið hans navn! Fólkasløgum kunngerið hans stórverk! v2  Fyri honum syngið! Fyri honum leikið! Um undurverk øll hans mælið! v3  Rósið tykkum av hans heilaga navni! Teir, ið Harran dýrka, verið glaðir í hjarta! v4  Eftir Harranum spyrjið og mátti hans! Ásjón hans søkið allar tíðir! v5  Minnist á undur tey, ið hann gjørdi, á tekin hans og dómsorð av munni hans! v6  Tit, tænarar hans, Ábrahams avkom, tit, ið hann kjósaði, synir av Jákupi! v7  Hann, Harrin, hann er vár Guð; um allan heimin ganga hans dómar. v8  Um ævir hann minnist sáttmála sín, gjøgnum túsund ættir tað orðið hann gav; v9  orðið, hann Ábrahami gav, og eið sín til Ísaks, v10  ið hann setti sum samtykt fyri Jákup, sum eina æviga sáttargerð fyri Ísrael, v11  í tí hann segði: »Kánáans land eg geva tær vil, tykkum sum arvalut.« v12  Fámentir vóru teir tá, fáir og fremmandir har. v13  Teir gingu frá fólki til fólks, úr einum ríki í annað. v14  Men ongum hann loyvdi teir at skaða, fyri teirra skuld hann revsaði kongar. v15  »Nertið ikki teir salvaðu mínar; profetum mínum gerið ikki mein!« v16  Hann kallaði hungur yvir landið oman, hann breyt hvørja vón um breyð. v17  Undan teimum hann sendi ein mann, Jósef varð seldur sum trælur. v18  Teir føtur hans píndu við fjøtrum, hann í jarn varð lagdur; v19  inntil orð hans komu í, og Harrans tala gav honum rætt. v20  Kongur sendi boð og slepti honum leysum, fólkanna drottin loysti hans bond. v21  Hann gjørdi hann til harra yvir húsi sínum, at ráða yvir øllum ognum sínum, v22  so at hann eftir vild yvir hans stórmonnum beyð og rættleiðing gav hansara elstu. v23  So til Egyptalands Ísrael kom, og Jákup gisti í landi Kams. v24  Tá mannsterkt hann gjørdi sítt fólk, fleiri í tali enn Egyptalands menn. v25  Hann hjørtum teirra vendi at hata hans fólk og at fara við svikum móti tænarum hans. v26  Tá Móses hann sendi, tænara sín, og Áron, sum hann hevði kjósað. v27  Hann gjørdi síni tekin ímillum teirra, síni undur í landi Kams. v28  Hann sendi myrkur og køvdi alt av, men ikki teir eftir orðum hans tóku. v29  Hann vatnið hjá teimum umskifti til blóð og læt fiskarnar hjá teimum doyggja. v30  Land teirra krykti í froskum, sjálvt í kongsins stovum teir vóru. v31  Hann talaði, og bitflugur komu og mýggj um alt teirra land. v32  Hann hegling teimum gav fyri regn, logandi eld um alt landið. v33  Hann teirra víntrø og fikutrø breyt, feldi trøini um alt teirra land. v34  Hann talaði, og grashoppur komu og flogkykt í yðjandi nøgd, v35  ið ótu allan gróður um landið, allan vøkstur, ið jørð teirra gav. v36  Hann teir frumgitnu allar í landinum sló, mansalvans frumgróður teirra. v37  So læt hann teir fara við silvuri og gulli, og ongum av kyntáttum hans bilaði gongd. v38  Egyptaland gleddist, tá teir fóru avstað, tí ræðsla fyri teimum gekk á teir. v39  Hann breiddi út ský sum eitt skjól og eld til at lýsa á nátt. v40  Teir bóðu, og hann gav teimum lynghøsn, við himnabreyði hann mettaði teir. v41  Hann klettin læt upp, og vatnið rann út, rann gjøgnum oyðimørk eins og ein á. v42  Tí at hann mintist sítt heilaga orð til Ábrahams, tænara síns. v43  Hann førdi sítt fólk út við gleði, sínar útvaldu við fagnaðarrópi. v44  Hann heidninganna lond teimum gav; fólkanna ognir hann læt teir fáa, v45  fyri at teir skuldu boð hans halda og fara eftir lógum hans. Halleluja.