v1  Harranum lovið! Tí góður hann er, tí miskunn hans varir um ævir! v2  So tala tey, ið Harrin loysti, ið hann út úr neyð hevur loyst, v3  ið hann hevur savnað saman úr londum, úr eystri og vestri, úr norðri og suðri. v4  Teir, sum í oyðimørk viltust og á heiðum og ei funnu leiðir til bygda, v5  sum píndust av svongd og av tosta, so í teimum maktaðist sálin, v6  sum tá í neyð síni heittu á Harran, og sum hann tá hjálpti úr trongdum v7  og beindi aftur á rætta leið, so at teir vunnu fram til bygda, v8  teir munnu Harranum prísa fyri miskunn hans og undurverk hans móti menniskjunnar børnum, v9  tí at hann mettaði deyðkomna sál, við góðum hann máttleysa sál aftur menti. v10  Teir, sum í myrkri sótu og heljarskuggum, av vesæladómi og jarni bundnir, v11  tí at teir høvdu treiskast móti orðum Guðs og vanvirt ráð hins hægsta, v12  hvørs hjarta var av sorgum nívt, sum staddir í vanda onga hjálp sær vistu, v13  sum tá í neyð síni heittu á Harran, og sum hann tá hjálpti úr trongdum v14  og leiddi út úr myrkri og skugga og bond teirra sundur sleit, v15  teir munnu Harranum prísa fyri miskunn hans og undurverk hans móti menniskjunnar børnum, v16  tí at koparhurðar breyt hann upp og sundur sló lokur av jarni. v17  Teir, sum sjúkir vóru vegna syndalívs síns og píndust fyri misgerðir sínar, v18  hvørs sál hevði vaml fyri øllum mati, sum at heljargrindum komnir vóru, v19  sum tá í neyð síni heittu á Harran, og sum hann tá hjálpti úr trongdum, v20  sendi sítt orð og teir grøddi og frá grøvini bjargaði teimum, v21  teir munnu Harranum prísa fyri miskunn hans og undurverk hans móti menniskjunnar børnum, v22  takkaroffur munnu teir ofra og við gleði frá verki hans siga. v23  Teir, sum skip síni løgdu í hav og keypferðir fóru um sjógvin v24  – slíkir skoðaðu stórverk Harrans og í dýpinum undur hans – v25  sum, tá ið vindur eftir boði hans kom, ein stormur, ið aldurnar reisti, v26  lyftust til himna upp, niður í dýpið sukku, og í vandanum bilaði hugur, v27  sum vinglaðu og sløðraðu eins og druknir og einki vistu til ráða at taka, v28  sum tá í neyð síni heittu á Harran, og sum hann tá hjálpti úr trongdum, v29  makaði stormin til lítið fleyr, so at slætnaðu havsins bylgjur, v30  sum gleddust, tí at tað varð logn, og sum hann førdi í ta havn, teir skuldu, v31  teir munnu Harranum prísa fyri miskunn hans og undurverk hans móti menniskjunnar børnum, v32  hálova honum í samkomu fólksins, takka honum á gamla manna fundi. v33  Hann skapar um áir til oyðimerkur og til turrlendi kelduvað, v34  til saltheiðar fruktagóða jørð fyri óndskap teirra, ið har búgva. v35  Hann skapar um oyðimørk til tjarnir og turrlendi til kelduvað, v36  letur svangar har setast niður, so teir har kunnu byggja bygd, v37  veltur sáa og vínhagar planta og heysta inn grøði teirra. v38  Hann teir vælsignar, so teir nørast í stórum, og fæ teirra hann ei letur minka. v39  Men verða teir fáir og geva seg undir av neyð og av sorg og móði, v40  so oysir hann háð yvir høvdingar út og letur teir villast á vegleysum heiðum. v41  Men fátækum hann lyftir úr armóð hans upp, hann ættirnar røktar sum fylgi av seyðum. v42  Rættvísir síggja tað og gleðast, og illskapur allur má tagna. v43  Hann, ið vísur er, leggi hetta í geyma og gevi gætur eftir náðigerðum Harrans!