v1  Harranum lovið, tí góður hann er, tí miskunn hans varir um ævir! v2  Taka skal Ísrael undir: »Ja, miskunn hans varir um ævir!« v3  Siga skal Árons ætt: »Ja, miskunn hans varir um ævir!« v4  Siga skulu teir, ið Harran óttast: »Ja, miskunn hans varir um ævir!« v5  Úr trongdini eg rópti á Harran, á víðavangi meg Harrin bønhoyrdi. v6  Harrin er við mær, ikki eg óttist, hvat kunnu mær menniskjur gera? v7  Harrin er hjálparmaður mín, við lyst eg man mínar hatarar síggja. v8  Betri er til Harrans at leita enn á menniskjur at líta. v9  Betri er til Harrans at leita enn á høvdingar at líta! v10  Heiðin fólk øll søktu at mær, í Harrans navni eg av teimum vann. v11  Frá øllum síðum tey kringsettu meg, í Harrans navni eg av teimum vann. v12  Tey flyktust um meg sum býflugur um vaks, (í Harrans navni eg av teimum vann). Tey leikaðu sum eldur í tornagreinum, í Harrans navni eg av teimum vann. v13  Eg árendur varð og var komin til fals, men Harrin var mær til hjálpar. v14  Máttur mín og lovsongur Harrin var, og hann varð mær til frelsu. v15  Gleðiróp hoyrast og sigursljóð í tjaldbúðum rættvísra manna: v16  »Harrans høgra hond kraftarverk innir, Harrans høgra hond hevjað er, Harrans høgra hond kraftarverk innir!« v17  Ikki eg doyggja skal, men liva og siga frá gerningum Harrans. v18  Harðliga hevur Harrin meg revsað, men ikki hann til deyðans meg gav. v19  Latið upp fyri mær rættvísiportur, at eg kann fara inn og Harranum lova! v20  Hetta er Harrans portur, rættvísir her ganga inn! v21  Eg tær lovi, tí at tú meg bønhoyrdi, og tú mær til frelsu ert vorðin! v22  Steinurin, ið smiðirnir vrakaðu, er vorðin hornsteinur. v23  Frá Harranum hetta er komið, tað er undurfult í várum eygum. v24  Hetta er dagurin, ið Harrin hevur gjørt, lat okkum fegnast og gleðast á honum! v25  Á, Harri, gev tú tá frelsu! á, Harri, lat tað tá eydnast! v26  Vælsignaður veri hann, sum kemur í Harrans navni! Frá Harrans húsi vit tykkum vælsigna. v27  Harrin er Guð, og hann gjørdi tað ljóst fyri okkum! Sláið ring við greinum og dansið at altarsins hornum! v28  Guð mín ert tú, eg vil tær lova. Guð mín, eg vil tær lovprísa! v29  Harranum lovið, tí góður hann er, tí miskunn hans varir um ævir!