v1  Sælir eru teir, ið rættan veg ganga, sum halda seg eftir Harrans lóg. v2  Sælir eru teir, sum boðorð hans halda, sum hann av øllum hjarta søkja, v3  sum ikki nakran órætt gera, men ganga á leiðum hans. v4  Tú hevur boð tíni givið, at ein teimum væl skal ansa. v5  Gævi mínir vegir verða so fastir, at eg má halda viðtektir tínar! v6  Tá skal eg ikki verða til skammar, tá ið eg líti at øllum tínum boðum. v7  Av heilum hugu eg vil tær takka, tá ið eg læri tínar rættvísu dómar. v8  Eg tínum ráðum vil geva gætur, so vilt tú aldri frá mær fara.

v9  Við hvørjum skal ungur halda leið sína reina? við at halda seg eftir orði tínum. v10  Av øllum mínum hjarta eg havi teg søkt, lat meg ei villast frá boðum tínum burtur! v11  Eg orð tíni goymi í mínum hjarta, fyri at eg ikki skal synda móti tær. v12  Lovaður veri tú, Harri, kenn mær boðorð tíni! v13  Við mínum vørrum rokni eg upp allar avgerðir av tínum munni. v14  Eg gleðist um vegir vitnisburða tína alvæl meira enn um ríkdóm. v15  Um tíni boðorð grunda eg vil og hyggja at vegum tínum. v16  Um lógir tínar fegnist eg, og orð tíni ikki eg gloymi.

v17  Unna tænara tínum at liva, at eg kann orð tíni halda! v18  Lat upp eygu míni, at síggja eg kann undrini í tíni lóg! v19  Fremmandur eg eri í heimi, fjal ikki fyri mær ráðini tíni! v20  Sál mín pínist av longsli á hvørji stund eftir avgerðum tínum. v21  Tú hóttir teir freku, teir bannaðir eru, ið víkja frá tilskilan tíni. v22  Tak burtur av mær skomm og spott, tí samtyktir tínar havi eg hildið! v23  Um so høvdingar leggja móti mær ráð, hugsar um boð tíni tænari tín. v24  Vitnisburðir tínir eru mín lyst, eru ráðamenn mínir.

v25  Sál mín við dusmið hongur, lívga meg eftir orðum tínum! v26  Eg greiddi frá vegum mínum, tú meg bønhoyrdi, kenn mær boðorð tíni! v27  Lat meg skilja vegin í boðum tínum, at eg kann grunda um undur tíni! v28  Sál mín grætur av sorg, reis meg upp eftir orði tínum! v29  Halt lygigøtu frá mær burtur, gev mær í náði tína lóg! v30  Trúskapar gøtu havi eg valt, samtyktir tínar stundi eg á. v31  Við viðtektir tínar hangi eg fastur. Harri, lat meg ei verða til skammar! v32  Eg renni veg vitnisburða tína, tí hjarta mítt uggaði tú.

v33  Kenn mær, Harri, veg boðorða tína, at eg tey til enda kann halda! v34  Lýs upp hug mín at halda tína lóg og henni fylgja av øllum mínum hjarta! v35  Leið meg á gøtu boðorða tína, tí til hennara havi eg tokka! v36  Boygg mítt hjarta at samtyktum tínum og ikki til órættan vinning! v37  Vend mínum eygum frá at hyggja at fáfongd, lívga meg við tínum orði! v38  Staðfest fyri tænara tínum sagnir tínar, sum geva ótta til tín. v39  Tak skomm mína burtur, sum eg stúri fyri, tí góðar eru ráðagerðir tínar! v40  Sí, mær leingist eftir boðorðum tínum, lívga meg við rættvísi tíni! v41  Lat góðsku tína verða mær fyri, Harri, frelsu tína eftir tínum orðum, v42  at eg kann geva mínum spottarum svar, tí at orð títt líti eg á! v43  Tak ikki sannleikans orð mær heilt úr munni, tí eftir avgerðum tínum eg bíði! v44  Lat meg altíð lóg tína halda um aldur og allar ævir, v45  so vil eg ferðast um víðan vøll, tí samtyktir tínar eg søki. v46  Um vitnisburðir tínar eg fyri kongum vil tala, og ikki eg verða skal fyri skommum. v47  Gleðast eg vil um boðorð tíni, sum eg eri góður við. v48  At tínum elskaðu boðum eg hondina rætti og grundi um forskriftir tínar.

v49  Minst til orð títt fyri tænara tínum, tí at tú hevur latið meg vóna! v50  Tað er í neyðini uggan mín, at orð títt hevur meg hugað. v51  Frekir meg háða í stórum, men eg lóg tíni ei víki frá. v52  Eg minnist tínar dómar í forðum, Harri, og uggan eg fái. v53  Eg brennandi vreiður um teir gudleysu eri, sum lóg tíni frá eru falnir. v54  Til sangir vórðu mær boðorð tíni í útlegdar húsi mínum. v55  Eg minnist, Harri, navn títt á nátt og gevi lóg tíni gætur. v56  Hetta er mær fallið í lut at halda boðorð tíni.

v57  Lutur mín Harrin er, eg havi sett mær fyri at halda tíni orð. v58  Eg teg bønliga bað av øllum mínum hjarta, náða meg eftir orðum tínum! v59  Um mínar vegir eg hugsað havi og fót mín flutt aftur til viðtektir tínar. v60  Eg skundaði mær og bíðaði ikki við at halda samtyktir tínar. v61  Snerrur gudleysra manna um meg eru, men lóg tína eg ikki havi gloymt. v62  Á miðjari nátt eg fari upp tær at prísa fyri tínar rættvísu reglur. v63  Eg eri felagi teirra, ið óttast teg og halda avgerðir tínar. v64  Miskunn tín, Harri, jørðina fyllir, kenn mær boðorð tíni!

v65  Væl hevur tú tínum tænara gjørt, Harri, eftir orðum tínum. v66  Lær meg gott vit og skil, tí á boðorð tíni eg líti! v67  Villur eg fór, áðrenn eg varð boygdur, men nú gevi eg orðum tínum gætur. v68  Góður tú ert, og gott tú gert, kenn mær boðorð tíni! v69  Vándir meg dálka við lygnum, men av øllum hjarta eg haldi tíni boð. v70  Feitt sum tálg er hjarta teirra, men eg um lóg tína glaður eri. v71  Tað var mær at gagni, at eg boygdur varð, so at eg kann læra forskriftir tínar. v72  Lógin av munni tínum er mær betri enn gull og silvur í túsundtali.

v73  Hendur tínar hava meg gjørt og meg skapað, kenn mær, at eg boð tíni læri! v74  Lat tey, ið teg óttast, meg síggja og gleðast, tí eftir orðum tínum eg bíði! v75  Harri, eg veit, at tíni ráð eru rættvís, og at tú í trúskapi hevur meg boygt. v76  Lat góðsku tína verða mín uggan eftir orðum tínum til tænara tíns! v77  Lat miskunn tína verða mær fyri, at eg liva má; lóg tín er mín lyst! v78  Lat vándar skammast, tí við lygnum teir órætta meg, eg grundi um samtyktir tínar. v79  Lat teir venda sær til mín, ið teg óttast, og teir, ið kenna avgerðir tínar! v80  Lat hjarta mítt vera fullkomið í tínum boðum, at eg ikki má verða til skammar!

v81  Sál mín tráar eftir frelsu tíni, eftir tínum orði eg bíði. v82  Eygu míni tráa eftir orðum frá tær, eg sigi: Nær vilt tú veita mær ugga? v83  Tí eg eri eins og leðursekkur í royki, men boð tíni eg ikki havi gloymt. v84  Hvussu mangir eru dagar tænara tíns. Nær vilt tú døma mínar øvundarmenn? v85  Frekir hava gravað fyri mær gravir, menn, sum ikki lóg tína halda. v86  Trúføst eru øll boðorð tíni, við lygnum teir eftir mær eru, mær hjálp! v87  Tætt við teir hava oytt meg í landinum, men samtyktir tínar eg ikki havi svikið. v88  Lívga tú meg eftir mildi tíni, at eg kann goyma vitnisburðin av tínum munni!

v89  Um allar ævir, Harri, orð títt er, fast tað stendur á himni. v90  Ætt eftir ætt varir trúskapur tín, tú jørðina grundaði, og hon stendur. v91  Samtyktir tínar standa við, tað eru tær, ið hava hildið tínum tænara uppi. v92  Hevði lóg tín ikki verið mín lyst, so var eg í eymd míni farin til grundar. v93  Boðorð tíni eg onga tíð gloymi, tí við teimum tú hevur meg lívgað. v94  Tú meg eigur, hjálp tú mær, tí boðorðum tínum eg spurt havi eftir! v95  Vándir mær bíða, meg at týna, men vitnisburðum tínum gevi eg gætur. v96  Fyri øllum fullkomnum síggi eg mark, men boð tíni hava ei mál.

v97  Hvør eg lóg tína elski, allan dagin hon er mær í huga. v98  Boðorð tíni meg vísari gera um fíggindar mínar, tí altíð tey eru mær hjá. v99  Eg klókari eri enn allir lærarar mínir, tí um vitnisburðir tínar eg grundi. v100  Eg vitugari eri enn teir gomlu, tí um samtyktir tínar eg hugsi. v101  Frá hvørjum illum vegi eg fóti mínum haldi aftur, fyri at halda mær á tínum vegi. v102  Frá avgerðum tínum eg ei eri vikin, tí tú hevur givið mær kunnskap. v103  Hvør søt er tín tala fyri góma mín, meira enn hunangur fyri mín munn! v104  Við boðorðum tínum eg klókskap havi fingið, tí eg hati hvørja lygigøtu.

v105  Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni. v106  Svorið eg havi og tað hildið, at halda tínar rættvísu reglur. v107  Sára eg niðurboygdur eri, Harri, meg lívga eftir orði tínum! v108  Lat ofrið av mínum munni tær dáma, og kenn mær, Harri, forskriftir tínar! v109  Altíð eg gangi við lívinum í hondunum, men lóg tína ikki eg gloymi. v110  Vándir seta fyri meg snerrur, men frá boðum tínum eg ikki eri vilstur. v111  Vitnisburðir tínir eru ogn mín um ævir, tí mín hjartans gleði teir eru. v112  Eg mínum hjarta havi vent at gera tíni boð um ævir og alt til enda.

v113  Eg teir tvísintu hati, men eg lóg tína elski. v114  Skjól mítt og skjøldur tú ert, tínum orðum eg bíði. v115  Víkið frá mær, vándir menn, eg Guðs míns boð vil halda! v116  Styðja meg eftir tínum orði, at eg má liva, og lat í míni vón meg ikki verða til skammar! v117  Halt mær uppi, at eg má verða frelstur og altíð við gleði at boðum tínum líta! v118  Tú allar teir vrakar, ið havna tíni boð, tí ástundan teirra er lygn. v119  Eins og berskaka tú metir allar vándar á jørð, harfyri eg elski vitnisburðir tínar. v120  Tað ristir í mínum kjøti av ræðslu fyri tær, fyri ráðum tínum eg óttist.

v121  Eg rætt og skjal havi gjørt, gev meg ikki upp til kúgarar mínar! v122  Gakk í veður fyri tænara tín, lat ikki frekar meg kúga! v123  Eygu míni tráa eftir frelsu tíni og eftir tíni rættvísu talu. v124  Ger við tænara tín eftir miskunn tíni og kenn mær boðorð tíni! v125  Tænari tín eg eri; gev mær vit, at eg má kenna samtyktir tínar. v126  Tíð er hjá Harranum okkurt at gera, teir hava lóg tína brotið. v127  Tí eg elski boðorð tíni meira enn gull og gripir. v128  Tí eg haldi mær eftir øllum tínum boðum, og hvørja lygigøtu eg hati.

v129  Vitnisburðir tínir undurfullir eru, tí tekur sál mín teir vara. v130  Opinbering orða tína íbirtir ljós, ger teir óroyndu vísar. v131  Eg munn mín opni og mungi, tí eg stundi á boðorð tíni. v132  Vend tær til mín og náða meg, sum rætt er mót teimum, ið navn títt elska! v133  Fest míni fet við orðum tínum, lat ongan órætt mær valda! v134  Bjarga mær úr yvirgangi manna, at eg kann halda samtyktir tínar! v135  Lat andlit títt lýsa yvir tænara tínum og kenn mær boðorð tíni! v136  Áarløkir renna úr eygum mínum, tí teir ikki lóg tína halda.

v137  Rættvísur ert tú, Harri, og rættir eru dómar tínir. v138  Samtyktir tínar tú í rættvísi gjørdi og í trúskapi miklum. v139  Mítt yvri hevur meg etið, tí fíggindar mínir hava gloymt tíni orð. v140  Heilt er reinsað tala tín, og tænari tín hana elskar. v141  Lítil eg eri og lítið virdur, men boðorð tíni eg ikki havi gloymt. v142  Rættvísi tín um ævir er rættur, og lóg tín trúfesti er. v143  Neyð og trongd meg hava rakað, men boð tíni eru mín lyst. v144  Samtyktir tínar eru rættur um ævir, gev mær skyn, at eg má liva!

v145  Eg rópi av øllum hjarta, svara mær, Harri, eg haldi tíni boð! v146  Eg á teg kalli, hjálp tú mær, at eg kann fylgja samtyktum tínum! v147  Árla í lýsing eg rópi og bíði eftir orðum tínum. v148  Míni eygu eru undan vøkunum vakin fyri at grunda um tíni orð. v149  Hoyr mína rødd eftir mildi tíni, lívga meg, Harri, eftir ráðum tínum! v150  Nær eru teir, ið hugsa um illgerð, langt teir eru frá lóg tíni burtur. v151  Tú, Harri, ert nær, og sannleikur eru øll tíni boð. v152  Úr forðum veit eg av vitnisburðum tínum, at tú teir um ævir hevur grundað!

v153  Hygg til mína stóru neyð og mær hjálp, tí lóg tína eg ikki havi gloymt! v154  Stríð fyri sak mína og loys meg út, lívga meg eftir orðum tínum! v155  Fjart er frelsan frá vándum burtur, tí eftir boðum tínum ikki teir spyrja. v156  Mikil er, Harri, miskunn tín, lívga meg eftir ráðum tínum! v157  Mangir eru fíggindar og hatarar mínir, frá samtyktum tínum eg ikki eri vikin. v158  Eg trúleysar havi sæð og fekk vaml, tí orð tíni ikki teir hildu. v159  Sí, eg elski vitnisburðir tínar, Harri, lívga meg eftir tíni miskunn! v160  Samtalið av tínum orðum sannleiki er, um ævir vara tíni rættvísu ráð.

v161  Uttan grund at mær høvdingar søkja, men hjarta mítt orð tíni óttast. v162  Glaður eg eri um talu tína sum maður, ið veiðir góðan fong. v163  Lygn eg hati og skýggi, men lóg tína havi eg elskað. v164  Sjey ferðir um dagin eg tær lovi fyri tínar rættvísu dómar. v165  Miklan frið eiga teir, ið lóg tína elska, og eingin er meinbogin teimum fyri. v166  Eg frelsu tíni bíði, Harri, og boðorð tíni eg haldi. v167  Vitnisburðir tínar sál mín goymir, og so sára eg teir elski. v168  Eg samtyktir tínar og boð tíni haldi, tí allir mínir vegir eru tær fyri eygum.

v169  Lat neyðarróp mítt koma fyri títt andlit, gev, Harri, mær skyn eftir orðum tínum! v170  Lat mína stynjan koma fyri ásjón tína, bjarga mær eftir orðum tínum! v171  Varrar mínar skulu lov títt floyma, tí boð tíni tú mær kennir. v172  Tunga mín syngur um tíni orð, tí rættvísi eru øll boðorð tíni. v173  Hond tín mær komi til hjálpar, tí valt eg havi samtyktir tínar! v174  Mær leingist, Harri, eftir frelsu tíni, og lóg tín er mín lyst. v175  Lat sál mína liva, at eg kann tær lova, og ráð tíni mær verði til hjálpar! v176  Villur eg fór, leita upp tænara tín sum ein burturvilstan seyð, tí samtyktir tínar eg ikki havi gloymt!