Ein pílagrímsferðarsongur.
v1 Tá ið Harrin vendi lagnu Zions, tá sum í dreymum vit gingu;
v2 tá av látri varð muður vár fullur, vár tunga av fagnaðarrópi; tá ljóðaði tað heidninganna millum: »Stórverk hevur Harrin móti hesum gjørt.«
v3 Ja, stórverk gjørdi Harrin móti okkum, og fegin vit vórðu.
v4 Harri, vend tú lagnu vári sum áarløkum í suðurlandi!
v5 Tey, ið sáa við gráti, skulu heysta við gleði.
v6 Grátandi fara tey sáandi sáðið, fegin koma tey berandi bundi.