Ein pílagrímsferðarsongur.
v1 Mangt hava teir illa við meg gjørt frá ungdómi mínum so sigi Ísrael
v2 mangt hava teir illa við meg gjørt frá ungdómi mínum, men ikki teir vunnu á mær.
v3 Á mínum baki hava pløgingarmenn pløgt og gjørt foyrurnar langar;
v4 men Harrin er rættvísur, sundur hann sleit gudleysra manna reip!
v5 Við skommum skulu teir undan víkja allir fíggindar Zions,
v6 og verða sum grasið á tekjum, ið følnar, áðrenn tað er vaksið,
v7 so at sláttumaðurin ikki fær upp í nevan, og hoykonan ikki ein føvning,
v8 og tey, ið koma framvið, ikki siga: »Harrin signi tykkum!«