v1  Halleluja! Lovið Harrans navni, lovið, tit tænarar Harrans, v2  ið standa í Harrans húsi, í forgørðum hús várs Guðs! v3  Harranum lovið, tí góður er Harrin, leikið fyri navni hans, tí yndisligt tað er! v4  Tí Jákup hevur Harrin sær kosið, Ísrael sær til ognar og óðals. v5  Tí at eg veit, at mikil er Harrin, drottin vár, meiri enn allir gudar. v6  Harrin ger alt tað, ið honum tykir á himni og á jørð, í havinum og djúpunum øllum. v7  Hann leiðir skýggini upp frá endamarkum jarðar, letur snarljós verða at regni og sleppir storminum út úr goymslum sínum. v8  Hann, ið teir frumgitnu Egyptalands sló, bæði menn og djór, v9  sendi tekin og undur yvir teg, Egyptaland, móti Fárao og øllum hans sveinum. v10  Hann, ið mangar tjóðir sló og feldi veldigar kongar. v11  Sihon, Ámoritakongin, og Og, kongin í Básjan, og kongaríki øll í Kánáan, v12  og gav teirra land til ognar, til ognar hjá Ísrael, fólki sínum. v13  Harri, navn títt varir um ævir, áminning tín, Harri, ætt eftir ætt; v14  tí Harrin rætt veitir fólki sínum og eymkast yvir tænarar sínar. v15  Skurðgudar heidninganna eru silvur og gull, verk av manna hondum. v16  Munn teir hava, men tala ikki, eygu, men kunnu ei síggja. v17  Oyru teir hava, men hoyra ikki, og eingin er andadráttur í munni teirra. v18  Teimum líkir verða teir, ið teir gjørdu, allir teir, ið á teir troysta. v19  Ísraels ætt, Harranum lovið! Árons ætt, Harranum lovið! v20  Levi ætt, Harranum lovið! Tit, ið Harran óttast, Harranum lovið! v21  Lovaður veri Harrin frá Zion, hann, sum býr í Jerúsalem! Halleluja!