v1  Takkið Harranum, tí at hann er góður, tí at miskunn hans varir um ævir! v2  Takkið Guði gudanna, tí at miskunn hans varir um ævir! v3  Takkið drotti drotnanna, tí at miskunn hans varir um ævir! v4  Honum, ið eina ger mikil undur, tí at miskunn hans varir um ævir! v5  Honum, ið skapaði himin við viti, tí at miskunn hans varir um ævir! v6  Honum, ið breiddi út jørðina á vøtnunum, tí at miskunn hans varir um ævir! v7  Honum, ið skapaði tey stóru ljós, tí at miskunn hans varir um ævir! v8  Sólina til tess at ráða fyri deginum, tí at miskunn hans varir um ævir! v9  Mánan og stjørnurnar at ráða fyri náttini, tí at miskunn hans varir um ævir! v10  Honum, ið sló Egyptar við drápi av frumgitnum teirra, tí at miskunn hans varir um ævir! v11  Og leiddi Ísrael burtur frá teim, tí at miskunn hans varir um ævir! v12  Við sterkari hond og útrættum armi, tí at miskunn hans varir um ævir! v13  Honum, ið skifti Reyðahavið sundur, tí at miskunn hans varir um ævir! v14  Og læt Ísrael ganga ígjøgnum tað, tí at miskunn hans varir um ævir! v15  Og koyrdi Fárao og her hans í Reyðahavið út, tí at miskunn hans varir um ævir! v16  Honum, ið fólk sítt í oyðimørkini leiddi, tí at miskunn hans varir um ævir! v17  Honum, ið miklar kongar sló, tí at miskunn hans varir um ævir! v18  Og feldi veldigar kongar, tí at miskunn hans varir um ævir! v19  Sihon, Ámoritakongin, tí at miskunn hans varir um ævir! v20  Og Og, kongin í Básjan, tí at miskunn hans varir um ævir! v21  Og gav teirra land til ognar, tí at miskunn hans varir um ævir! v22  Til ognar hjá Ísrael, tænara sínum, tí at miskunn hans varir um ævir! v23  Honum, ið mintist okkum í vesældómi várum, tí at miskunn hans varir um ævir! v24  Og bjargaði okkum frá fíggindum várum, tí at miskunn hans varir um ævir! v25  Honum, ið gevur øllum livandi breyð, tí at miskunn hans varir um ævir! v26  Takkið Guði himnanna, tí at miskunn hans varir um ævir!