v1  Við áirnar í Bábel har sótu vit og grótu, tá ið vit mintust til Zion; v2  á pílatrøini har vit hongdu upp hørpur várar. v3  Tí at har kravdu ránsmenn várir sangljóð av okkum, og kúgarar várir gaman: »Syngið fyri okkum úr Zionssongum!« v4  Hvussu kundu vit syngja Harrans sangir á fremmandari grund? v5  Um eg teg, Jerúsalem, gloymi, tá visni mín høgra hond! v6  Tunga mín hangi í gómanum føst, um ikki eg minnist til tín, um ikki eg seti Jerúsalem yvir mítt hægsta yndi! v7  Muna, Harri, Edóms sonum Jerúsalems vanlukkudag! Tá ið teir rópaðu: »Rívið niður, rívið niður, líka niður í grund!« v8  Bábels dóttir, tú sum oyðileggur! Sælur hann, ið tær lønar ta gerð, sum tú okkum gjørdi! v9  Sælur hann, ið børn tíni tekur og slær tey í stein!