Ein lovsongur, av Dávidi.
v1  Eg vil hálova tær, Guð mín, kongur, og navn títt prísa um aldur og ævir! v2  Á hvørjum degi vil eg teg prísa og navni tínum lova um aldur og ævir! v3  Mikil er Harrin og væl verdur at lova, stórleiki hans órannsakiligur er! v4  Ein ættin fyri aðrari verkum tínum lovar og boðar frá kraftargerðum tínum! v5  Frá hátign tíni og miklu dýrd tær siga, um undur tíni eg syngja vil. v6  Frá veldi ódnarverka tína tær greiða, um stórverk tíni eg røða vil. v7  Á tína miklu góðsku tær minna og fegnast um rættvísi tína. v8  Náðigur er Harrin og miskunnsamur, tolin og ríkur av góðsku. v9  Harrin er góður við øll, miskunn hans fatar um øll hans verk. v10  Øll verk tíni lova tær, Harri, og dýrkarar tínir teg prísa! v11  Um dýrd kongadømis tíns teir tala, frá veldi tínum teir siga v12  fyri at kunngera monnum veldi títt, hina dýru tign kongadømis tíns! v13  Kongadømi títt er kongadømi um allar ævir, og ríki títt varir ætt eftir ætt! Harrin er trúfastur í øllum orðum sínum, og miskunnsamur í øllum verkum sínum. v14  Harrin styðjar allar, ið fallkomnir eru, og reisir upp allar niðurboygdar. v15  Øll venda eygum sínum vónandi til tín, og tú gevur teim føði teirra í rættum tíma. v16  Tú letur upp tína hond og mettar alt, sum livir, við signing. v17  Harrin er rættvísur á øllum vegum sínum og miskunnsamur í øllum verkum sínum. v18  Harrin er nær hjá øllum, ið á hann kalla, hjá øllum, ið kalla á hann av sonnum. v19  Hann uppfyllir ynski teirra, ið hann óttast, hann róp teirra hoyrir og teimum hjálpir. v20  Harrin varðveitir allar teir, ið hann elska, men gudleysar allar hann oyðir. v21  Lov Harrans skal muður mín mæla, alt kjøt prísi hans heilaga navn um aldur og ævir!