v1  Sælur er maður, ið ei fylgir vándra manna ráði, ið ei stendur á syndara vegi og ei situr í spottara lagi; v2  men hvørs hugur stendur til Harrans lóg og yvir lóg hans grundar dag og nátt. v3  Hann er eins og træið, plantað við áarløkir, ið aldin gevur í tøkum tíma, og hvørs leyv ei følnar; alt, ið hann ger, honum eydnast skal. v4  Ikki gongst soleiðis vándum monnum, men eins og bos teir eru, ið fýkur fyri vindi. v5  Tí skulu gudleysir ei standast í dóminum og syndarar ei í rættvísra liði; v6  tí Harrin kennir veg teirra rættvísu, og vegur teirra gudleysu ber av leið.