v1  Ein sálmur av Dávidi. Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni. v2  Á grasgóðum fløtum hann letur meg liggja, til hvíldaráir hann leiðir meg. v3  Hann sál mína lívgar, fyri navn sítt meg beinir á rætta leið. v4  Gangi eg í dimmum dølum, einki ilt eg óttist. Tí tú ert við mær, tín stavur og tín keppur, teir ugga meg.

v5  Mær borð tú reiðir fyri eygunum á fíggindum mínum. Við smyrsli tú salvar mítt høvur, bikar mítt yvir flýtur. v6  Eina góðska og náði mær fylgja allar mínar lívsins dagar. Í Harrans húsi eg dvøljist í endaleysar tíðir.