v1  Til songmeistarans; av Kora sonum; ein maskil. v2  Guð, við várum oyrum vit hava tað hoyrt, várir fedrar hava okkum frá tí sagt, frá tí verki, tú gjørdi á døgum teirra, v3  í fornum tíðum. Við tíni hond tú sleitst heiðin fólk burtur, og teir plantaði tú, tú oyddi út tjóðir, og teir lætst tú nørast. v4  Tí ikki við sínum svørði teir landið vunnu, teirra armar ikki góvu teimum sigur; men høgra hond tín tað var og armur tín, og andlits tíns ljós, tí til teirra tú yndi hevði. v5  Eina tú ert kongur mín, o Guð, ið sendir út frelsu fyri Jákup. v6  Við tíni hjálp vit várar fíggindar fella, við tínum navni vit várar mótstøðumenn traðka. v7  Tí á boga mín eg ikki líti, svørð mítt ikki gevur mær sigur. v8  Men tað er tú, ið hjálpir okkum móti fíggindum várum, ið ger hatarar várar til skammar. v9  Vit prísa tær, Guð, tann heila dag, tínum navni vit lova allar ævir! Sela. v10  Og tó tú hevur rikið okkum burtur við skommum, ikki tú fylgir út við herum várum. v11  Undan fíggindanum tú letur okkum víkja, várir hatarar herfong sær savna. v12  Tú letur okkum verða tiknar sum seyð í skurð, millum heiðin fólk tú hevur spjatt okkum sundur. v13  Tú hevur selt títt fólk fyri gávuvirði, ikki tú hevur sett tað høgt í mæti. v14  Tú gert okkum til háð fyri gronnum várum, til spott og spæ fyri teimum, sum íkring okkum búgva. v15  Tú gert okkum til eitt orðtak heidninganna millum, tey rista høvdið at okkum fólkanna millum. v16  Allan dagin er mín skomm mær fyri eygum, eg blúgvist og má fjala mítt andlit v17  fyri røddini av spottarum og hádingsmonnum, fyri sjóndini av fíggindum og øvundarmonnum. v18  Alt hetta er okkum hent, tó at vit ikki hava teg gloymt og ikki hava tín sáttmála svikið. v19  Várt hjartað hevur ei vikið tær frá, vár spor hava ei slept tínum vegi. v20  Og tó hevur tú okkum sundrað, har sjákálar búgva, og á okkum deyðans skuggar breitt. v21  Um vit Guðs navn høvdu gloymt og rætt hendurnar fram móti fremmandum gudi, v22  mundi Guð tá ei fingið tílíkt uppspurt, hann loyndómar hjartans jú kennir. v23  Nei, fyri tínar sakir vit á hvørjum degi verða dripnir, verða mettir javnt við seyð til skurðar. v24  Vakna! Hví svevur tú, Harri? Vak upp! Koyr okkum ei burtur med alla! v25  Hví fjalir tú andlit títt og gloymir neyð vára og trongd? v26  Vár sál er boygd til moldar, vár kroppur er nívdur til jarðar! v27  Statt upp og kom okkum til hjálpar! Loys okkum fyri miskunn tína!