v1  Ein songur, ein sálmur; av Kora sonum.

v2  Mikil Harrin og hálovaður er. Í Guðs várs staði hans heilaga fjall v3  so yndisliga rísur, øllum heimi ein gleði. Zions fjall ytst móti norðri er veldisdrottins staður. v4  Vár Guð í tess borgum er kendur sum tann dygga vernd. v5  Tí sí, kongar løgdu saman ráð, hildu í felagi higar. v6  Teir litu upp, men dátt varð teimum við, ræddir teir rýmdu. v7  Har ræðslan teimum gekk eins og verkir á konu í barnsneyð. v8  Við stormi av eystri hevur skip úr Tarsis tú brotið. v9  Sum vit hava hoyrt frá tí sagt, soleiðis vit hava tað sæð í staði Harrans herskaranna, í Guðs várs staði. Guð letur hann standa í trygdum allar ævir. Sela. v10  Vit hugsa, Guð, um náði tína í miðjum templi tínum. v11  Sum navn títt, Guð, so røkki lovgerð tín til allar heimsins endar! Av rættvísi er tín høgra hond full. v12  Gleðist Zions fjall, frøast Júda døtur yvir rættferðar dómar tínar! v13  Gangið rundan um Zion, farið íkring tað! Teljið tornini hará! v14  Gevið far um tess virki! Kannið gjølla tess glæstriborgir! At tit kunnu siga harfrá fyri komandi slektum! v15  Tí her er Guð, vár Guð allan aldur og ævir. Um ævir hann vil okkum leiða.