v1  Til songmeistarans; av Kora sonum; ein sálmur. v2  Hoyrið hetta, allar tjóðir! Lýðið á, allir, ið heimin byggja, v3  bæði lágir og háir, bæði ríkir og armir! v4  Muður mín vísdóm mælir, míns hjartans hugsan er vitska. v5  Til orðtøk eg vendi mítt oyra, við hørpuljóði eg mína gátu ráði.

v6  Hví skal eg óttast í vándum døgum, tá illskapur fígginda mína umringar meg, v7  teir, ið líta á ríkidømi sítt og rósa sær av sínum stóru ognum? v8  Maður kann ikki keypa bróður leysan og ikki geva loysigjald fyri hann hjá Guði v9  – ov dýr er útloysingin av sálum teirra, og hann letur tað vera med alla – v10  til tess at hann skuldi liva allar ævir og ikki fáa grøvina at síggja. v11  Nei, hann fær hana at síggja. Vísmenn doyggja, dárar og fákunnigir farast allir samlir og lata sínar ognir eftir seg til aðrar. v12  Teirra gravir verða heimbýli teirra, bústaðir teirra ætt eftir ætt, teir, ið kallaðu jarðir við nøvnum sínum. v13  Menniskjan í hennar mæti stendur ei við, hon verður djóra líki, ið fara til grundar. v14  Slík er lagna teirra, ið líta á sjálvar seg, og teirra, ið teimum fylgja og teirra orðum játta. Sela. v15  Eins og seyðir verða teir riknir í helheim oman, deyðin er hirði teirra. Rættvísir skulu fyri teimum ráða, tá ið morgunin kemur. Skap teirra fúnar burtur, helheimur er bústaður teirra. v16  Men Guð skal loysa mína sál út av heljarhondum, tí hann meg til sín skal taka. Sela. v17  Óttast tí ei, tá maður gerst ríkur, tá mikil verður dýrdin í húsi hans! v18  Tí einki av øllum kann hann taka við sær í deyðan, dýrd hans ikki honum fylgir har oman. v19  Um hann á lívi síni lukku lovar: »Tey teg lukkuligan prísa, tí tú góðar hevur dagar,« v20  hann má tó fara til sína fedra ætt, sum aldri fær ljósið at skoða. v21  Menniskjan í hennar mæti stendur ei við, hon verður djóra líki, ið fara til grundar.