Ein sálmur av Ásafi. v1  Drottin, Guð Harrin talað hevur, kallað á jørð frá sólarrisi til sólarlag. v2  Frá Zion, fagurleiks krúnu, ljómaði Guð. v3  – Guð vár komi og ikki hann tigi! – Undan honum geisaði eldur, um hann leikaði stormur. v4  Hann kallaði á himin í erva og á jørð fyri at døma sítt fólk: v5  »Savnið mær dýrkarar mínar, sum sáttmála gjørdu við meg við ofrum!« v6  Tá kunngjørdi himinin rættvísi hans, at tað er Guð, ið dómari er. Sela. v7  Gev ljóð, fólk mítt, at eg kann tala, Ísrael, at eg kann áminna teg, Guð, tín Guð eri eg. v8  Ei fyri offur tíni vil eg teg lasta, brennioffur tíni eru mær javnan fyri eygum. v9  Mær tørvar ei oksar av garði tínum, ella havrar úr fjósum tínum. v10  Tí míni eru øll villdjór í skógum, alt fæ á teim túsund bjørgum. v11  Eg tekki hvønn fugl millum fjalla, alt, ið krykir á fold, er mær fyri eygum. v12  Um eg kendi svongd, ikki eg segði tær frá, tí mín er heimur og fylli hans. v13  Man eg eta kjøt av tarvum, ella drekki eg blóð av havrum? v14  Ofra tú Guði takklæti og lov, og tíni heitstreingi gjald hinum hægsta! v15  Heit so á meg á neyðar degi, eg skal bjarga tær, og tú skalt lova mær! v16  Men til hin gudleysa talaði Guð: Hví roknar tú upp míni boð og hevur sáttmála mín á munni, v17  meðan tú hatar aga av mær og orð míni kastar aftur um bak? v18  Vinmaður ert tú við tjóvar, við horkallar hevur tú hóslag. v19  Munn tín tú loysir til illskap, svik setir tunga tín saman. v20  Tú situr og baktalar bróður tín, son móður tínar tú klikkir. v21  Alt hetta tú gert, og eg skal tiga, so tú heldur, at eg eri sum tú! Eg vil teg revsa og gera ferð tína bera! v22  Gevið hesum gætur, tit, ið gloyma Guð, at eg ei skal ríva sundur, og eingin er, ið bjargar! v23  Tann, ið takklæti ofrar, veitir mær æru, og tann, ið heiti síni heldur, lati eg skoða Guðs frelsu.