v1  Til songmeistarans, ein sálmur av Dávidi. v2  Hoyr, Guð, mína reyst í míni klagu, lív mítt varða frá fígginda ræðslum! v3  Mær bjarga frá níðinga felagi, frá illgerðarmanna flokki, v4  ið gera sína tungu sum svørðsodd hvassa, leggja eiturorð sum ørvar á bogan v5  fyri í loyndum at ráma sakleys fólk, ráma tey óvart og uttan at óttast. v6  Teir saman styrkjast í óndari ráðgerð, ráða av, hvussu í loyndum teir snerrur skulu leggja, og hugsa: »Hvør man tað síggja?« v7  Teir illgerðir hava í ráði. »Vit eru lidnir, væl er til ráða fingið.« – Djúpt er lyndi og hjarta í manni! v8  Men Guð man teir raka við ørvum sínum, dáttliga verða teir særdir; v9  vegna tungur teirra munnu teir falla. Øll, ið síggja teir, munnu rista við høvdi. v10  Allar menniskjur munnu óttast og boða Guðs dáð og verkum hans taka eftir. v11  Í Harranum vilja rættvísir gleðast og søkja hjá honum skjól, fegnast vilja rættsintir allir.