Ein sálmur; av Ásafi.
v1  Av sanni, Guð er teimum rættsintu góður, teimum, ið reint hava hjarta. v2  Og tó var tað tætt við, at føtur mínir snávaðu, tað vantaði lítið, at eg gleið útav. v3  Tí at ein meinbogi vóru teir vándu mær, eg sá lukkuna hjá teimum gudleysu, v4  tí at teir kenna ongar kvalir, og kroppur teirra er frískur og sterkur. v5  Teir vita ikki av neyð sum onnur fólk og verða ikki raktir javnt við aðrar. v6  Tí er hugmóð hálsband teirra, og teir eru sveipaðir í órættar skikkju. v7  Úr teirra huga kemur fram synd, teirra hjartans tráan kann einki forða; v8  í tí djúpa tala teir ilt, í tí høga tala teir fals. v9  Teir seta munnin til himmals upp, um jørðina strýkur teirra tunga. v10  Harfyri fer fólkið til teirra og sýgur inn vatnið í stórum. v11  Tey siga: »Hvussu skuldi Guð nakað vita, og hin hægsti hava nakran kunnskap? v12  Sí, hesir eru jú gudleysir menn, og tó altíð tryggir teir vaksa í mátti! v13  Bert til ónyttu havi eg hildið mítt hjarta reint og mínar hendur í sakloysi tváað; v14  allan dagin ígjøgnum tó raktur eg verði, hvønn morgun av nýggjum eg revsaður verði.« v15  Um eg hevði hugsað at tala svá, tá hevði ein svikari eg verið móti børnum tínum. v16  Men eg grundaði yvir at skilja hetta, svárt var tað í mínum eygum. v17  Inntil eg gekk inn í halgidómar Guðs, gav gætur um endalykt teirra: v18  Tú letur á hálkur teir stíga, tú letur í smildur teir falla! v19  Hvør vórðu í bræði teir oyddir, horvnir, avkomnir av ræðslum! v20  Eins og dreymamynd teir hvørva, tá ein vaknar; tú vaknar og lært at teirra mynd! v21  Meðan eg var í hjarta grammur og kendi ilsku í nýrum mínum, v22  var eg hugsanarleysur og fataði einki, var eg fyri tær sum eitt ómælandi djór. v23  Men eg eri jú altíð hjá tær, tú hevur tikið í mína høgru hond! v24  Tú meg leiðir við tínum ráðum og tekur meg síðan til dýrdar! v25  Hvønn havi eg annars í himni, bert eg eri hjá tær, leggi eg einki í heimin! v26  Um mítt hold forferst og mítt hjarta, er tó Guð mín klettur og mín lutur allar ævir! v27  Tí at teir, ið seg halda frá tær, ganga til grundar, allar, ið tær ótrúgvir eru, tú oyðir. v28  Men mítt góða er at vera Guði nær, til Harrans eg seti mína lít, til tess at boða frá øllum verkum tínum.