v1  Ein maskil; av Ásafi.
Lýð tú, fólk mítt, á læru mína, gev orðum av munni mínum ljóð! v2  Lat meg lata upp munnin í líkingamáli, seta fram gátur úr fornum døgum, v3  sum hoyrt vit hava og nomið, sum fedrarnir hava sagt okkum frá, v4  sum ikki varð dult av sonum teirra, ið greiddu teirri fylgjandi ætt frá stórmerki Harrans og veldi hans, frá teimum undurverkum, hann gjørdi. v5  Hann setti upp eina samtykt í Jákupi, eina lóg hann grundaði í Ísrael, hvar hann beyð fedrum várum at kunngera tað sonum teirra, v6  so at ein seinni slekt skuldi um tað vita, og børn, ið seinni vórðu fødd, kundu gera børnum sínum tað kunnigt v7  og til Guð seta álit sítt, og ikki gloyma gerningar Guðs, men goyma væl boðorð hans, v8  og ikki verða teirra fedrum líkir, ein tvør og ólýðin slekt, hjarta hennar var ikki staðfast, og andi hennar var ikki trúgvur móti Guði. v9  Efraims synir vóru bogamenn, ið vendu undan í stríðinum. v10  Teir hildu ikki sáttmála Guðs, og lóg hans teir ikki vildu fylgja. v11  Gerningar hans teir gloymdu og undur hans, sum hann hevði teimum sýnt. v12  Fyri fedrum teirra hann undurverk gjørdi í Egyptalandi, á Zóans mark. v13  Hann havið kleyv og læt teir fara ígjøgnum, hann sjógvin læt standa sum ein garð. v14  Um dagin hann teir leiddi við skýnum, alla náttina við ljósi av eldi. v15  Í oyðimørkini hann klettarnar kleyv, og læt teir drekka av vatnsdjúpum stórum. v16  Hann leiddi fram løkir úr fjalli og fekk vatnið at renna oman sum áir. v17  Men teir hildu á at synda móti honum, og í oyðimørkini at treiskast móti hinum hægsta. v18  Í hjørtum teirra teir freistaðu Guð og kravdu føði eftir teirra tykki. v19  Móti Guði teir talaðu og søgdu: »Man Guð kunna reiða í oyðimørk borð? v20  Víst sló hann á klettin, so vatnið fleyt, og áir runnu fram. Men man hann eisini kunna geva breyð og lata fólk sítt fáa kjøt?« v21  Tí ilskaðist Guð, tá ið hann hetta hoyrdi, tað birtist ein eldur móti Jákupi, og vreiði kom upp móti Ísrael, v22  tí at teir ei trúðu á Guð og ei litu á frelsu hans. v23  Tá skýggjunum í erva hann beyð, og himmalsins dyr hann læt upp v24  og læt regna manna yvir teir niður, hann himmalsins korn teimum gav. v25  Einglabreyð fingu menn at eta, hann sendi teimum føðslu til mettu. v26  Hann eystanvindin reisti á himli, hann sunnanvindin leiddi í mátti sínum fram. v27  Hann læt yvir teir regna við kjøti sum moldrok, við fljúgvandi fuglum sum havsins sandur; v28  hann læt teir falla millum tjaldbúðir teirra, íkring um bústað sín. v29  Og teir ótu og almettir vórðu, hann gav teimum tað, teimum lysti. v30  Men meðan teir enn høvdu matin í munni, v31  tá reis móti teimum Guðs vreiði; hann drap teirra máttmiklu menn, og Ísraels ungu sveinar hann feldi.

v32  Og tó teir hildu á við at synda, og ei teir trúðu á undurverk hans. v33  Tá í tómleika hann endaði dagar teirra og í hastiligari ræðslu teirra ár. v34  Tá ið hann teir drap, teir til hansara søktu, teir vendu við og spurdu eftir Guði. v35  Teir mintust, at Guð var klettur teirra, hin hægsti Guð endurloysari teirra. v36  Teir sviku hann við munni teirra, lugu fyri honum við tungu teirra. v37  Men hjørtu teirra ei hjá honum vóru føst, móti sáttmála hans teir ei vóru trúgvir. v38  Men tó hann miskunnsamur er, synd hann fyrigevur, ikki hann oyðir; vreiði sína hann stillir ferð eftir ferð, heldur aftur við allari ilsku síni. v39  Hann minnist, at teir eru kjøt, ein andablástur, ið hvørvur med alla.

v40  Hvør ofta í oyðimørkini teir vóru honum tvørir, voldu honum harm har úti á heiðum! v41  Ferð eftir ferð teir freistaðu Guð og voldu hinum heilaga Ísrael móð. v42  Teir mintust ei á hond hans, ei heldur tann dag, hann teim undan fíggindanum slepti. v43  Hann, sum í Egyptalandi gjørdi tekin síni, og á Zóans mark undurverk síni, v44  skifti áir teirra um til blóð, so at ikki var drekkandi vatnið; v45  sendi mýggjabitar at teim, ið ótu teir, og froskar, ið teir oyðiløgdu; v46  gav grashoppum avgrøði teirra, og flogkyktum alt heystið teirra; v47  drap við heglingi víntrø teirra, morberjatrø teirra við frosti; v48  oyddi fenað teirra við sótt og øll teirra neyt við sjúku; v49  sendi at teim sína brennandi vreiði, ótokka, móð og grimd, eina sendiferð av ólukkueinglum; v50  breyt fyri ilsku síni slóð, spardi ei sálir teirra frá deyða, læt drepsótt taka teirra lív. v51  Feldi teir frumgitnu allar í Egyptalandi, mansalvans frumgróður í tjøldum Kams. v52  Læt fólk sítt fara avstað sum eitt seyðafylgi, rak tey í oyðimørkum sum eina gongu; v53  leiddi tey í trygdum, so tey ei ótta kendu, meðan havið fjaldi fíggindar teirra. v54  Førdi tey til sítt heilaga land, tey fjøll, sum hans høgra hond vann; v55  rak undan teimum fíggindar teirra, læt jørð teirra falla teimum í lut, og læt í tjøldum teirra ættargreinir Ísraels seta búgv. v56  Men tey treiskaðust móti Guði, hinum hægsta, og boðorð hans ikki tey hildu. v57  Tey fullu frá og vóru trúleys sum fedrar teirra, sviku eins og veikur bogi. v58  Tey harmaðu hann við offurheygum teirra, eggjaðu hann við skurðgudum teirra. v59  Guð tað hoyrdi, og vreiður hann gjørdist, og av Ísrael hann deyðleiður var. v60  Hann flutti frá bústaði sínum í Silo, tí tjaldi, hann hevði reist millum manna. v61  Læt stoltleika sín í fangilsi fara, gav dýrd sína upp í fíggindavald. v62  Hann legði sítt fólk fyri svørðið, og ilskaðist inn á arvalut sín, v63  tess ungu sveinar át eldurin upp, tess moyggjar fingu ei brúðarkvæði, v64  tess prestar fullu fyri svørði, tess einkjur sluppu ikki at gráta. v65  Tá vaknaði Harrin sum ein, ið svevur, sum ein kappi, ið er avdrukkin av víni. v66  Hann sló fíggindar sínar á bakið og læt teir fáa eina æviga skomm. v67  Tó hann vrakaði tjaldbúð Jósefs, Efraims ættargrein hann ikki útvaldi. v68  Hann ættargrein Júda sær valdi, Zions fjall, sum hann elskar. v69  Hann sín halgidóm bygdi sum tey høgu fjøll, grundaði hann um ævir eins og heimin. v70  Hann valdi sær Dávid, tænara sín, og frá seyðarættunum tók hann. v71  Læt hann koma frá djórum, ið geva at súgva, til tess Jákup at røkta, sítt fólk, og Ísrael, arvalut sín. v72  Hann røktaði tey av reiðuligum hjarta, leiddi tey við vísari hond.