v1  Ein songur, ein sálmur, av Ásafi. v2  Guð, tú halt teg ei í friði, ver ei tigandi og stillur, o Guð! v3  Tí sí, tínir fíggindar gera slíkan háva, tínir hatarar høvdinum lyfta! v4  Loynibrøgd teir móti fólki tínum ætla, leggja ráðini saman móti teimum, tú goymdi. v5  Teir siga: »Komið, úr fólkanna tali tey oyðum, aldri meira skal minnast Ísraels navn!« v6  Ja, teir hava ráðlagt av einum huga, eru gingnir í felag móti tær saman, v7  Edóms tjøld og Ísmaelitar, Móab og Hagritar, v8  Gebal, Ammon, Ámalek, Filistaland og Týrusmenn. v9  Eisini Assur er við teimum í hóslag og hevur arm sín Lots sonum lænt. Sela. v10  Ger við teir sum við Midjan, sum við Sisera, sum við Jábin við Kisjon á, v11  ið gingu til grundar við En-Dór og til taðfall á markini vórðu! v12  Lat teimum gangast sum Órebi og Zeebi, øllum teirra høvdingum sum Zeba og Zalmunna! v13  Tí at teir søgdu: »Vit vilja okkum vinna bústaðin hjá Guði!« v14  Lat teir, Guð mín, verða sum leyvið, sum bosið, ið fýkur fyri vindi! v15  Sum eldurin, ið kolar upp viðarskógv, sum login, ið svíður fjøllini av, v16  soleiðis reki tú teir burtur við stormi tínum, ræði tú teir við óveðri tínum! v17  Fyll teirra andlit við skommum, at teir mega navn títt søkja, Harri! v18  Lat um ævir teir skammast og ræðast! Lat teir verða skemdar og fara til grundar! v19  Lat teir sanna, at eina tú bert navnið Harri, hin hægsti yvir heimin allan!